Dálking
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Vatnmeistarin hjá Tórsahvnar Kommunu, Viggo Christiansen, sigur, at kommunan hevur fingið ábendingar frá Faroe Seafood í Havn um, at e.coli bakteriur kunnu vera í vatngoymslunum hjá kommununi.
Hann sigur, at kommunan brúkar eina norska mannagongd, tá soleiðis er.
- Hendan merkir, at tá orsøkin til bakteriur ikki eru kendar, verða nýggjar kanningar gjørdar, sum betur kunnu staðfesta orsøkina og støðuna við vatninum annars.
Vatnmeistarin greiðir frá, at tá ið trupulleikar seinast vóru við vatninum úr Villingardali, var orsøkin hon, at ein gravmaskina hevði grivið kaðalin av, sum førir streym til vatnverkið.
- Vit eru í iva um, hvørt bakteriur eru í goymslunum ella ikki. Hetta hava vit ikki fingið endaliga staðfest. Kanningar í morgun vísa, at eingir enterokokkar eru í vatninum, og spurningurin er, um onkur einstøk e-coli bakteria er ella ikki.
Viggo Christiansen sigur, at Tórshavnar Kommuna hevur latið Landssjúkrahúsið og stovnar, har eldri fólk búgva, vita, at ivi er um vatnið í løtuni.