Eru kvinnur betri leiðarar enn menn?

Hetta verður eitt av kjakevnunum í seinnapartssendingini í dag

Í sambandi við nýggju sendiflatuna á Rás2 eru fleiri nýggjar og øðrvísi sendingar at hoyra, og eisini eru onkrir spildurnýggir tættir partur av sendingunum.


 
Fríggjadagar millum klokkan 13 og 14 fara vit at hyggja eftir vikuni, sum fór. Tríggir gestir koma í rásarúmið at kjakast um ymiskt, sum er farið fram farnu vikuna.


 
Í dag fara ein kvinna og tveir menn at sita framman fyri mikrofonirnar - næstu ferð onnur trý fólk.


 
Panelið hesaferð er mannað við Justinus Eidesgaard, Ninu Brockie Hansen og Rólant Waag Dam.



Í sendingini, sum byrjar klokkan 13, verður prátað um, um konufólk eru betri leiðarar enn menn, fyrimunir og vansar við Facebook, bankar ,sum krevja, at vit betala fyri at hava kontu, og eisini verður kjakast um upptøkur frá vakmyndatólum.