Eru nóg góðir til superliguna

- Eg havi bert verið stutta tíð í Føroyum, men tað er mín sannføring, at allir teir 25 í føroyska landsliðshópinum eru nóg góðir til donsku superliguna. Teir hava vilja, talen og vildu verið ein vinningur í donskum fótbólti, um teir sloppu at venja meira, enn teir gera í Føroyum?

Landsdystur

Í danska Ekstra Blaðnum er týsdagin stór samrøða við føroyska landsliðsvenjaran, Henrik Larsen, og orðini omanfyri eru tikin úr greinini, sum týsmorgurnin kundi lesast á alnetisútgávuni hjá blaðnum.
Hetta sýnir í øllum førum, at føroyski landslisðvenjarin hevur álit á sínum leikarum, men samstundis líkist hetta eisini einum ynski um, at venjarin fegin hevði vilja, at fleiri av hansara leikarum spældu yriksfótbólt uttanlands, og á tann hátt ment seg sum fótbóltsleikarar.
Ikki minst tykist hetta vera galdandi fyri kropsligu venjingarstøðuna hjá leikarunum, og Henrik Larsen er eisini hampuliga bersøgin, tá tosið í Ekstra-Blaðnum fellur inn á føroysku kappingina.
- Tað er bara so, at føroyska kappingin liggur still helmingin av árinum, og tað er helst størsta orsøkin til, at Føroyar av og á eru fyri rættiligum avsmurningi, tá landsdystir verða spældir.
- Høvdu vit bara spælt ein tíma hvørja ferð, kundu vit ivaleyst spælt upp ímóti teimum flestu tjóðunum, men seinasta hálva tíman eru kreftirnar sum oftast uppi. Tað er revsingin fyri at liva og spæla sum áhugaleikarar í Føroyum, staðfestir venjarin.

Fáir standa seg
Hetta kundi eisini líkst einari áheitan frá Henrik Larsen til starvsfelagar sínar í Danmark um, at tað kundi verið eitt gott hugskot hjá hesum at vent eyguni móti Føroyum í royndunum at styrkja um lið síni.
Tað skal tó í hesum sambandi nevnast, at av teimum, sum í dag eru aktuellir til landsliðið, eru tað bert Jákup Mikkelsen og Todi Jónsson, sum hava staðið seg væl í bestu donsku deildini. Báðir hava teir sum kunnugt verið danskir meistarar, men meðan Jákup í dag situr á beinkinum hjá Molde, er Todi ikki tøkur hjá landsliðsvenjaranum.
Christian Høgni Jacobsen hevði ilt við at vinna sær plás, tá Vejle seinasta kappingarár spældi í superliguni, og Óli Johannesen megnaði ikki at spæla seg til fast pláss hjá AGF, og hevði ikki hepni við at finna sær eitt danskt felag úr bestu deildini, tað hálva árið, sum hann stóð á sølulistanum í Hvidovre.