ES-sinnaði stjórnarflokkurin í Moldova á odda

Stjórnarflokkurin í Moldova hevur ákært Russland fyri at breiða út skeivar upplýsingar fyri at venda veljarunum burtur frá ES.

Viðhaldsfólk hjá pro-evropeiska stjórnarflokkinum í Moldova, PAS, fóru út á gøturnar við egnum flaggi og blá-gula ES-flagginum í hondini fríggjadagin í høvuðsstaðnum Chisinau til seinasta stóra valfundin áðrenn valið sunnudagin. - Mynd: Vladislav Culiomza/Reuters

Evropiski stjórnarflokkurin í Moldova, PAS, er fyribils á odda, eftir at næstan onnur hvør atkvøða er tald upp eftir valið í dag.

PAS, flokkurin hjá Maia Sandu, forseta, hevur higartil fingið 42 prosent av atkvøðunum, meðan russiski sinnaði blokkurin hevur fingið 30 prosent.

Hetta er fyribilsúrslitið eftir at nærum helvtin av atkvøðunum eru taldar upp, boðar valnevndin í Moldova frá.

Valið kann fáa avgerandi týdning fyri royndirnar hjá Moldova at koma upp í ES.

Maia Sandu, forseti, hevur lýst valið sum eina eksistentiella løtu fyri lítla, fátæka eysturevropeiska landið, sum í áravís hevur sveiggjað millum russiska og evropeiska ávirkan.

Seinasta meiningakanningin, sum varð almannakunngjørd undan valinum sunnudagin, vísti, at PAS var í vanda fyri at missa sín beinleiðis meiriluta á tingi.

Hendir tað, noyðist stjórnarflokkurin at finna samgongufelagar millum smærru flokkarnar fyri at halda fram við valdinum.

PAS fer at royna at forða fyri, at russiski sinnaði Patriotiski blokkurin dregur landið longur burtur frá ES og nærri Moskva.

Um PAS varðveitir meirilutan í tjóðartinginum í Moldova, sum hevur 101 limir, so kann flokkurin halda fram at arbeiða fram ímóti málinum um ES-limaskap í 2030 og at enda bróta bundinskapin hjá Moldova av Russlandi.

Í valstríðnum hevur PAS ákært Russland fyri at breiða út misinformatión í eini roynd at sáa ósemju millum veljararnar í landinum og fáa teir at venda Vesturheiminum og ES bakið.

Hetta afturvísir Russland, sum aftur ákærir PAS fyri at royna at eggja til anti-russiskar kenslur í fólkinum.

Teir mongu moldovararnir, sum búgva uttanlands, kunnu hava avgerandi ávirkan á valúrslitið. Tað mesta av hesum veljarabólkinum stuðlar vanliga integratión í ES.

 

Ritzau/Reuters

 

 

 

Viðhaldsfólk hjá pro-evropeiska stjórnarflokkinum í Moldova, PAS, fóru út á gøturnar við egnum flaggi og blá-gula ES-flagginum í hondini fríggjadagin í høvuðsstaðnum Chisinau til seinasta stóra valfundin áðrenn valið sunnudagin. - Mynd: Vladislav Culiomza/Reuters