Tvey føroyingalið vóru í leiki í bestu svensku hondbóltsdeildini í dag.
Á heimavølli í Partille leiktu Ísak Vedelsbøl og liðfelagarnir í Sävehof javnt 35-35 móti Hammarby. Í steðginum var Sävehof á odda 18-15.
Ísak skoraði fýra mál upp á fimm málmøguleikar.
Sävehof er nummar 10 í deildini við trimum stigum fyri fýra dystir.
Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby vunnu á útivølli 32-26 á Guif. Í steðginum var Hallby á odda 17-14.
Rói fekk níggju málmøguleikar, og hann setti fimm av teimum í netið. Harumframt var Rói noteraður fyri tvey upplegg til mál (assist).
Hallby er nummar sjey í deildini við fýra stigum fyri fýra dystir.