Í fagrasta veðri bleiv fyrsta Grand Prix súkklukappingin koyrd á norðoyastevnu leygardagin.
Kappingin var skipað sum býarkoyring við samlaðum starti, og súkklað varð í 50 min + 1 umfar.
Hvørt umfarið var uml. 600 metrar til longdar, og tvey tey fyrstu umførini fylgdust allir.
Teinurin, ið súkklaður varð, var rættliga vandamikil og kappingin beyð upp á nógv óvæntað.
Áðrenn kappingina var ein av súkklaranum, Jón Ellingsgaard, so óheppin at bróta sær óstbeinið, tá hann rendi á eina girðing, ið var sett upp til at steðga bilum.
Longu í fimta umfari gjørdi ein bilur, at vinnarin Esmar Joensen, bleiv beindur inn á eina síðugøtu. Sami bilur var eisini orsøkin til, at Gunnar Dahl-Olsen breyt sær pedalina, og varð noyddur at fara á málið at rætta brekið. Hetta gjørdi, at hann bleiv 7 umfør aftanfyri høvuðsfeltið.
Eisini Kjartan Egholm var óheppin og punkteraði, tá helvtin av teininum var koyrdur. Hann megnaði tó at skifta hjól og koma á mál.
Koyrt bleiv við nógvari ferð, og Jóhann og Sverri royndu at rykkja nakrar ferðir, men ikki eydnaðist at slíta feltið sundur. Vindurin gjørdi sítt til at hettar ikki eydnaðist, tí har vanliga varð rykt, var undanvindur, og tá ber ikki so væl til at rykkja seg leysan.
Á síðsta umfarinum fekk Jóhann eitt gott hol aftur til hinar, men varð tó tikin aftur av Esmari, tá uml. 400 metrar vóru eftir á mál.
Esmar spurtaði frá øllum hinum og vann eisini endaspurtin móti Gunnari Dahl-Olsen, sum tó var 7 umfør aftanfyri.
Á øðrum plássi kom Jóhann Brend, meðan vágbingurin Kári Brattaberg bleiv nummar 3 framman fyri Sverra M. Edvinsson, sum ikki sýntist at geva honum mótstøðu í endaspurtinum.
Stóri maðurin leygardagin gjørdist Esmar Joensen av Hvítanesi, sum heilt óvæntað megnaði at vinna á øllum Oyggjaleikalandsliðnum!
Sum siður er í Grand Prix súkklukappingini, fekk Esmar ta gulu føraratroyggjuna, sum samlaði vinnarin í kappingin vinnur til ognar.
Henni súkklar Esmar í næstu kapping.
Næsta Grand Prix súkklukappingin verður á Sundalagsstevnu í Hósvík 19. juni, tá súkklað verður einkultstartur frá Hósvík til rundkoyringina omanfyri Norðskála og heim aftur. Teinurin er uml. 24 km til longdar.