Ester Skála á Voxbotn

Hendan kvinnan er ein ógvuliga spennandi tónleikari, ið væntandi er framtíðin innan elektroniskan popp í Føroyum.

Hon hevur á síni tónleikaleið, skapað sær eitt univers fult av litum og nærum gandakendum úttrykki. Hon hevur eina ljósa rødd og skapar fangandi løg, ið á ein serligan hátt ljóða international.  Hon hevur útgivið tvey løg, ið bæði hava verið nógv at hoyrt. Fyrsta lag hennara Unicorn vann áhoyraravirðislønina á FMA 2022 og næsta lag hennara Spotlight var við í tilnevningunum á FMA 2023, so sigast má, at hetta er ein dugnaligur tónleikari, ið megnar at fanga fólki.

 

Ester er í gongd við at geva út eina EP, har løgini fara at líkjast stílinum á fyrstu stakløgum hennara.  Hetta verður uttan iva spennandi, og eru vit tí sera errin av, at Ester kemur at framføra á Oy Voxbotn 2024, soleiðis at vit kunnu vera millum tey fyrstu at hoyra hesa fantastisku songkvinnu. 

 

Vit vænta eina rúnarbundna áhoyrarafjøld tá Ester fer á pall, og gleða okkum til hesa løtuna 29. juni.