Um vikuskiftið byrjar fimleikarkappingarárið, tá fyrra steypakappingin í estetiskum fimleiki verður í høllini á Hálsi, sum er útbygd.
Fyrra steypakappingin í estetiskum fimleiki verður leygardagin frá klokkan 13. 19 lið luttaka frá fimleikafelaginum Ljósið, fimleikafelaginum Støkk og Havnar fimleikafelag.
Pinkur og smágentur kappast klokkan 13.00. Eftir steðgin, áleið klokkan 15.30, kappast gentur, kvinnuunglingar og kvinnur. Kringvarpið stroymar frá kappingini.
Estetiskar kappingar:
Fyrra steypakapping 27.januar 2018 Høllin á Hálsi Tórshavn
Onnur steypakapping 11.mars 2018 Í Bylgjuni í Runavík
Undan kapping FM 19.mai 2018 Høllin á Hálsi Tórshavn
FM Finalan 21.mai 2018 Høllin á Hálsi Tórshavn
Amboðs kappingar:
Fyrra steypakapping og góðkenningardagur 3. februar 2018 Í Fimi i Tórshavn
Onnur steypakapping og góðkenningardagur 17. februar 2018 Í Bylgjuni í Runavík
FM kapping og góðkenningardagur 12. og 13.mai 2018 Í Fimi í Tórshavn