Tað upplýsir borgarstjórin í Providence, Brett Smiley, sambært tíðindastovuni Reuters.
Tey deyðu vóru øll næmingar.
Í dag upplýsti løgreglan í Providence, at tey høvdu handtikið ein persón í sambandi við málið. Tað var tó ógreitt, um hann var tann persónurin, sum skeyt skot móti universitetinum.
Brown universitetið liggur sunnan fyri Boston og hevur umleið 11.000 lesandi.
Sambært universitetinum vóru royndir á skránni leygardagin millum kl. 14 og kl. 17 lokala tíð.
##med2##
##med3##
##med4##
/Ritzau/














