Evropa og niðurflyting á skránni

B36 er enn við í dystinum triðjaplássið, meðan KÍ berjist í tyngra endanum

Tað eru tvey lið, hvørs gongd seinastu umførini hevur verið ógvuliga ymisk, ið fara at dystast í Gundadali í kvøld.


Heimaliðið B36 er ósigrað í fimm dystum á rað, har teir hava vunnið fýra og spælt ein javnan. KÍ hevur hinvegin ikki vunnið ein dyst síðani 28. apríl, tá teir bastu 07 Vestur.


Ikki tí, KÍ hevur sanniliga havt møguleikan at vinna dystir. Bara seinastu fýra umførini hevur KÍ latið mál í gjøgnum seinastu tíggju minuttirnar av dystinum. NSÍ (89.), TB (82.), HB (88.) og ÍF (87.).

Hinvegin eru klaksvíkingar óførir at skora mál. Hesar somu seinastu fýra dystirnar, har teir hava latið mál inn í evstu løtu, hevur KÍ skotið tríggjar ferðir trý mál og einaferð tvey.

Sostatt er ikki óhugsandi, at Eyðun Klakstein fer at fremja onkrar broytingar í verjupartinum í kvøld samanborið við undanfarnu dystir.


Við góðu gongdini hevur B36 hinvegin ikki fyri neyðini at gera nakrar broytingar. Adeshina Lawal og Lukasz Cieslevicz hava verið væl upplagdir seinastu umførini, umframt at Jákup á Borg er við at koma fyri seg aftur.

Í verjupartinum liggur somuleiðis væl fyri, tí einans HB og EB/Streymur hava latið færri mál í gjøgnum. Verri er vorðið hjá KÍ, sum er tað liðið, har næstflest mál eru farin ígjøgnum.


Alt hetta sæst eisini aftur á stigatalvuni, har B36 liggur nummar fýra, trý stig frá triðja plássinum, sum gevur atgongd til Evropa, meðan KÍ liggur nummar átta, tvey omanfyri markið.


Dysturin millum B36 og KÍ verður spældur í Gundadali klokkan 18.00. Tróndur Arge fer at siga frá dystinum á Rás2, Símun Samuelsen verður viðmerkjari og her á in.fo ber somuleiðis til at fylgja slagnum.


Rúni Gaardbo verður dómari.