Triði teinur í Tour de France varð súkkaður í dag, har 198 kilometrar skuldu leggjast afturum á einum lutfalsliga fløtum teini úr Nice til Sisteron.
Jérôme Cousin frá liðnum Total Direct Énergie sat leingi einsamallur í útbroti, men feltið helt honum í stuttum snóri og fekk sum væntað syrgt fyri, at teinurin endaði í einum hópspurti.
Í spurtinum vóru tað stóru favorittarnir báðir, Sam Bennett (Deceuninck–Quick-Step) og Caleb Ewan (Lotto-Soudal), sum dystaðust um sigurin.
Tað sá út til at Sam Bennett skuldi fara fyrstur um málstrikuna, men í evstu løtu kom Caleb Ewan sum skotin úr einari kanón og yvirhálaði írska vinmannin og mótstøðumannin.
Hetta var fjórði teinurin, sum 165 sentimetrar lági avstralski Caleb Ewan vinnur í Tour de France. Hetta var fyrstu sigurin í ársins útgávu - hinar tríggjar teinarnar vann hann í fjør.
Í samlaðu kappingini er støðan óbroytt áðrenn farið verður á fjórða teinin í morgin, sum er ein 160,5 kilometrar langur fjallateinur úr Sisteron til Orcières-Merlette.
Tour de France topp 5 - samlaða støðan eftir 3. tein
1. Julian Alaphilippe (Deceunick - Quick-Step) - 13:59:17
2. Adam Yates (Mitchelton - Scott) + 0:04
3. Marc Hirschi (Team Sunweb) + 0:07
4. Tadej Pogacar (UAE-Team Emirates) + 0:17
5. Davide Formolo (UAE-Team Emirates) + 0:17