Eyðstein fer at halda røðu og seta sundalagsstevnu

Tað eru Hósvíkar Róðrarfelag og bygdafelagið Varðin, sum saman við eldsálum í bygdini fara at skipa fyri sundalagsstevnu næsta vikuskiftið 

Næsta vikuskiftið verður sundalagsstevna hildin í Hósvík.

 

Tað eru Hósvíkar Róðrarfelag og bygdafelagið Varðin, sum saman við eldsálum í bygdini skipa fyri. 

 

- Skráin fyri sundalagsstevnu í ár er fjølbroytt og hevur nógv at bjóða bæði innan ítrótt, mentan og undirhald.

 

Soleiðis siga tey í Sunda kommunu í dag.

 

- Stevnan byrjar við hugnaligum tiltøkum í bygdini týsdagin hin 14. juli, og síðan verður mangt og hvat ígjøgnum alla vikuna.

 

Fríggjadagin hin 17. juli klokkan 17 fer Eyðstein Zachariasen at halda røðu og seta sundalagsstevnu.

 

##med2##

 

FM-kappróður verður leygardagin klokkan 15, og sama dag verður eisini ymiskt fyri bæði børnum og vaksnum - á havnalagnum og heimi í bygdini.

 

Í Sunda kommunu takka tey fyrireikarunum fyri, at tey hava lagt stevnuna til rættis, soleiðis at stevnugestir fáa eina hugnaliga viku.

 

Skráin fyri stevnuna kann lesast um heimasíðuna hjá Sunda kommunu - www.sunda.fo, og kommunan bjóðar øllum vælkomnum á stevnu í Hósvík.

 

 

 

Eyðstein Zachariasen er borgarstjóri í Sunda kommunu