Liðið hjá Mathiasi Hellisdal vann annan dystin á rað

Uppflytararnir, Västerås eru í stuttligara endanum av stigatalvuni

Føroyski U21-landsliðsleikarin, Mathias Hellisdal fekk eitt lítið korter á vøllinum, tá lið hansara, Västerås SK í heimadysti á Hitachi Energy Arena leikvøllinum tryggjaði sær trý stig.

 

Degerfors var á vitjan hjá Västerås, ið longu legði seg á odda 1-0 í áttanda minutti, tá Mikkel Ladefoged sendi eitt brotsspark í netið. Seinni hálvleikur var níggju minuttir gamal, tá Marcus Baggesen staðfestir 2-0 sigurin hjá heimaliðnum.

 

Talan var um annan sigurin á rað hjá heimaliðnum.

 

Västerås er nú nummar seks í bestu svensku fótbóltsdeildini við 18 stigum, ið er góðkent fyri ein uppflytara. Teir eru bert tvey stig frá BK Häcken, ið er á triðja plássinum, ið gevur atgongd til Conference League undankappingina komandi kappingarár.

 

Komandi fríggjakvøld verður føroyingauppgerð í Hällevik. Tá tekur liðið hjá Áka D. Samuelsen og Martini Agnarssyni, Mjällby móti Västerås. Mjällby er tvey stig aftanfyri Västerås á stigatalvuni, so lagt er upp til ein spennandi og javnan dyst.