Gamli høvuðsvenjarin hjá Arsenal í eitt mannaminnið, Arsene Wenger fylgir væl við HM-endaspælinum.
Í poddvarpi hjá týsku fótbóltsbrøðrunum, Toni og Felix Kroos, greiddi Wenger frá, at hann væntar Frakland vinnur HM-endaspælið.
Wenger heldur, at franska liðið er ótrúliga væl fyri, og tað skal nógv til fyri at steðga teimum. Frakland hevur eina styrki og eina megi, ið onnur lið ikki megnast at kappast við, sambært fronsku venjaralegenduni.
Wenger heldur, at tað er bara eitt lið, ið kann forða fraklendingum í at vinna HM, og tað er Spania. Hann heldur, at Spania er einasta landsliðið sum er tekniskt betri enn Frakland. Tó er Frakland, sambært Wenger likamligari sterkari enn spanska liðið.
Í HM-hálvfinaluni møtir Frakland vinnaranum av fjórðingsfinaluni millum Spania og Belgia. Tann dysturin verður leiktur í kvøld klokkan 20 á SoFi leikvøllinum í Inglewood.
-------------
HER ber til at síggja hvussu HM verður víst í teimum ymisku londunum, hvørs sjónvarpsrásir vísa HM-dystirnar. Ovast til høgru er eitt yvirlit við teimum ymisku londunum.










