Eyðun velur sínar menn til næstu dystirnar

Í morgin klokkan 10 verður landsliðshópurin til UEFA Nations League dystirnar móti Armenia og Norðurmakedónia kunngjørdur

Í morgin klokkan 10 verður tíðindafundi í Trinstovuni á Tórsvølli.

Á tíðindafundinum fer Eyðun Klakstein, ið fyribils hevur ábyrgdina av A-landsliðnum við monnum, at kunngera hópin til UEFA Nations League dystirnar móti Armenia og Norðurmakedónia.

Hósdagin 14. november klokkan 17:00 spæla Armenia og Føroyar í armenska høvuðsstaðnum, Jerevan, og tríggjar dagar seinni, sunnudagin 17. november klokkan 14:00 spæla Norðurmakedónia og Føroyar í Skopje í Norðurmakedónia.