Eykamenninir glitraðu

Í einum dysti, har úrslitið so avgjørt ikki livdi upp til vónirnar, vóru tó glottar at hóma. Ikki minst frá avloysarunum fyri smáskaddu Toda Jónsson og Súna Olsen. Hinvegin vildi verið ynskiligt, um royndu kreftirnar høvdu borið meira enn tað sama

Spælaraummæli

1. Jens Martin Knudsen, NSÍ (64 dystir/0 mál)
Byrjaði væl, og hevði millum annað eina framúr bjarging tíðliga í dystinum. Tóktist tó vera merkiliga passivur, tá Kypros legði seg á odda, og sum málverji má hann liva við, at tað er hetta, sum stendur sterkast í minninum eftir dystin. Kom annars væl út sum eyka sweepari nakrar ferðir, og fekk ikki gjørt stórvegis við tey bæði seinastu málini hjá mótstøðuni.

2. Súni Olsen, Aab (19/1)
Byrjaði í vanliga trygga stílinum, men mátti tíverri fara av vølli við skaða tíðliga í dystinum, og kann tí illa metast fyri avrikið.

3. Johan Byrial Hansen, AC Horsens (12/0)
Kanska var tað væntandi dystarvenjingin, sum hevði sín part av skuldini. Í øllum førum var talan um eitt tað lakasta avrikið, sum Johan hevur sýnt á landsliðnum. Avspælið hevur sjáldan verið sterkasta síðan, og tað var tað heldur ikki hesaferð. Hartil riggaði verjuparturin av spælinum als ikki, sum hann plagar at gera. Seldi seg fleiri ferðir í borðunum, og var soleiðis ein av syndarunum við fyrsta kypriotiska málið, eins og hann fekk eitt heldur óneyðugt gult kort í seinna hálvleiki.

4. Atli Danielsen, Sogndal (9/0)
Hevði vunnið dystin við Inga Højsted um pláss á miðvøllinum, og fyrstu løtuna tóktist hetta eisini skilagott. Var soleiðis stóran part av fyrra hálvleiki einasti veruligi sambindingarliðurin í føroyska spælinum. Við skeivari sending var hann tó upphavsmaðurin til fyrsta kypriotiska málið, og eftir hetta gekk long tíð, har spælið tóktist uttan sjálvsálit. Megnaði tó at spæla seg hampuligt uppaftur, og tað er einki at ivast í, at hann framvegis stendur frammarliga í røðini av teimum, sum stríðast um fast pláss á liðnum.

5. Jón Rói Jacobsen, Frem BK (21/0)
Var ikki so sannførandi, sum hann oftani hevur verið í verjupartinum, men helt seg tó fyri tað nógva frá býttisligum mistøkum. Serliga var saknur í støðunum, har hann heldur enn at tackla bara glíður framum mótstøðumannin og fer avstað við bóltinum, men kanska er dystarvenjingin enn ov lítil til hetta. Í seinna hálvleiki vildi verið upplagt, um framrættaðu evni hansara vórðu nýtt meira, men tað hendi so ikki, og tí fingu vit tíverri ikki hesa síðu av spæli hansara at síggja.

6. Rógvi Jacobsen, KR (31/5)
Tíverri var talan um ein dyst, har Rógvi als ikki rakti formin, sum vit vanliga kenna hann fyri. Í luftini vann hann sum vant nógv, men hann tóktist als ikki fella inn í miðvallarstríðið, har hann ofta tapti nærdystir og hartil hevði óvanliga nógvar skeivar sendingar. Var við styrki síni í luftspælinum tó ein ov týðandi liður til at verða útskiftur, men tíverri gav hetta ongantíð úrslit í málinu, sum hann nærum hevur fingið fyri vana at geva okkum.

7. Heðin á Lakjuni, KÍ (12/1)
Fekk bara eitt gott korter móti dystarenda, og tá kypriotiska 2-0 málið júst varð sett inn, var gassið skilliga farið úr føroysku ballónini.

8. Claus Bech Jørgensen, Coventry FC (4/1)
Fyrstu longu løtuna megnaði hann sjáldan at skapa gjøgnumbrotini á kantunum, sum hann annars hevur vant okkum við at krevja frá hansara síðu. Tann parturin gjørdist tó betri, sum dysturin leið, og eina løtu í seinna hálvleiki hótti hann fleiri ferðir við at taga mótstøðuverjuna sundur. Fánaði tó aftur nakað, tá kantarnir á miðjuni vórðu trektir longur inn av taktiskum ávum, og tí gjørdist góða løtan kanska heldur stutt.

9. Jákup á Borg, HB (38/2)
Var í drúgva tíð maðurin, sum ferð eftir ferð serveraði saftug innlegg til føroyska álopið, men hetta hevur ikki gingið eftir vild seinastu tvey árini. Hesaferð vóru møguleikarnir til innlegg annars nógvir í tali, men alt ov ofta var góðskan á hesum ikki nóg góð, og tí fekk hann ikki tann avgerandi leiklutin, sum hann kundi fingið. Var eisini í tveimum førum syndari framman fyri málið, tá hann misnýtti risa møguleikar, men arbeiddi tó alla tíðina sera væl fyri liðið, og var á tann hátt ein virðismikil partur av føroyska spælinum.

10. Todi Jónsson, Start (44/9)
Vónirnar vóru stórar, og fyrstu løtuna var eisini líkt til, at Todi skuldi levera vøruna. Hevði alt fyri eitt vandamikið gjøgnumbrot, sum átti at borið mál við sær, og skuldi eisini sjálvur skorað, tá returbóltur endaði fyri føtur hansara. Var tó kanska merktur av, at tað ov ofta varð spælt beint á, heldur enn í dýpdina, og tí sóu vit sjáldan skjótu rykk hansara. Eymu vøddarnir førdu tó við sær, at hann valdi at steðga í hálvleikinum, men vónandi verður hetta ikki tað seinasta, sum vit síggja frá honum í landsliðstroyggjuni á hesum sinni.

11. Andrew av Fløtum, Fremad Amager (17/1)
Hóast ein áleypari mest sum altí verður vigaður eftir málunum, sum verða skotin, so var talan kanska um besta dystin, sum Andrew hevur spælt á landsliðnum. Tóktist sera væl fyri í nærdystum, har hann nærum hvørja ferð megnaði at halda bóltinum. Var somuleiðis við í nógvum av føroyska spælinum í vinstra borðið, og offraði seg sum heild væl fyri heildini.

12. Christian Høgni Jacobsen, NSÍ (21/2)
Kom á vøllin frá byrjan av seinna hálvleiki og markeraði seg kraftiga fyrsta hálva tíman. Var við í nógvum av uppspælinum, og soleiðis eisini í fleiri av føroysku málmøguleikunum. Var eisini í tveimum førum sera nær við at skora, men neyðugi neyvleikin var tíverri ikki til staðar hesaferð.

13. Óli Johannesen, TB (71/1)
Liðskiparin hevði leingi sítt at síggja til í royndunum at stýra føroyska verjuspælinum, tá menn ofta høvdu hug at selja seg, heldur enn at bíða. Sjálvur var tvøramaðurin tó fyri tað mesta sera tryggur, soleiðis at óneyðugir møguleikar ikki uppstóðu. Sum dysturin leið, vildi tó verið ynskiligt, um Óli eisini hevði nýtt leiðaraevni síni longur frammi á vøllinum, men fyri tað nógva valdi hann at vera maðurin, sum skuldi binda um verjupartin.

18. Mortan úr Hørg, VB (1/0)
Var avgjørt mest positiva føroyska innslagið í dystinum. Hevði trupulleikar at finna plássið í verjuni fyrstu løtuna, eftir at hann var innskiftur, men síðani gekk tað fyri tað nógva ein veg. Sýndi bæði vilja og evni í spælinum niðan eftir vøllinum, og ikki minst í gjøgnumbrotsfasuni. Nakað sum eisini gav kypriotiska reyða kortið. Hevði hartil eitt dundurskot á stongina stutt eftir steðgin, og var ein støðug órógvan fyri kypriotisku verjuna. Endaði tó dystin heldur keðiliga, tá hann fyrst heilkiksaði í upptaktini til kypriotiska brotssparkið, áðrenn hann varð sparkaður niður somikið ógvusliga, at hansara leiklutur í dystinum var av. Men tá hevði hann langt síðani prógvað, at sumbingar helst koma at eiga landsliðsspælara í rúma tíð afturat.