Eysturoyingar gíslar í tunnilsmálinum

Grundarlagið undir Skálafjarðartunlinum liggur í tí veruleika, at ein tílíkur tunnil vil stytta munandi um farleiðina hjá brúkarunum, sum í dag koyra norður í Sundalagið á veg millum Skálafjørðin og Suðurstreymoy – og inn í Skálabotn á veg millum armarnar á Skálafjørðinum. Eisini skapar ein nógv stytri farleið fyritaksemi og dynamikk, sum økið kring tunnilin og alt landið fáa ágóða av

Vegna ta nógvu ferðsluna á hesum leiðum og ta nógv styttu farleiðina við einum tunli, samanborið við leiðina í dag, vil eitt tílíkt tunnilssamband spara brúkaranum og landinum ovurhonds stórar upphæddir. Við øðrum orðum hava brúkarin og landið í nógv ár goldið ovurhonds stórar upphæddir meira enn neyðugt í sambandi við hesa farleið. Tað kann vera ilt at siga júst, hvussu nógv verður vunnið við einum tunli, men fleiri roknistykkir benda á sama borðið – at nettovirðið á tí samlaðu sparingini kann gerast einar stórthundrað milliónir krónur um árið, sum svarar til umleið 10 mió. kr. um mánaðin.

 

Gongdin í Skálafjarðartunnilsmálinum

Málið byrjaði við, at ein arbeiðsbólkur saman við kommununum kring Skálafjørðin fór undir at fyrireika eina tunnilsverkætlan at knýta Skálafjørðin saman við Suðurstreymoy og samstundis at knýta armarnar á fjørðinum saman.

 

Fram ímóti ársloki í 2005 gjørdu kommunurnar avtalu við ein peningastovn (skjótt kom ein afturat uppí) um at fremja ætlanina í verki, og partafelagið p/f Skálafjarðartunnilin varð stovnað til endamálið.

 

Í januar 2007 læt p/f Skálafjarðartunnilin landsstýrismanninum í samferðslumálum umsókn um at byggja og reka Skálafjarðartunnilin. Modellið gongur út upp á, at partarnir samráðast um og – um teir kunnu semjast – avtala treytirnar fyri einum loyvi frá landinum til felagið at gera og reka tunnilin.

 

Eitt tílíkt loyvi nýtist ikki at vera serliga innviklað. Høvuðstreytirnar frá landinum til felagið kunnu m.a. fevna um, hvussu stórur partapeningur skal teknast í felagið, hvussu stórt tað árliga avkastið til partaeigararnar í mesta lagi skal vera, áramálið, sum loyvið skal fevna um, og at felagið – tá loyvistíðin er runnin og tunnilin er niðurgoldin – letur landinum tunnilin til ognar fyri einki.

 

Nakrar av høvuðstreytunum skulu umsøkjarin og landsmyndugleikarnir samráðast og semjast um, áðrenn loyvið kann verða latið. Aðrar treytir verða eisini settar í loyvið enn tær nevndu, men tær eru neyvan av so stórum týdningi, at tað ikki ber til at semjast um tær.

 

Hetta er eitt einfalt model, har tað privata átekur sær allan fíggjarligan váða við at byggja og reka tunnilin og fær ein framman undan avtalaðan vinning fyri at gera tað, meðan landið áleggur treytirnar og fær tunnilin til ognar eina ferð í framtíðini – væntandi um eini 20-30 ár.

 

Tá ið landsstýrismaðurin fekk umsóknina, gjørdi hann skjótt av og legði longu tíðliga á vári 2007 uppskot til samtyktar fyri tingið um Skálafjarðartunnilin. Í apríl 2007 samtykti ein stórur meiriluti á løgtingi, at landsstýrismaðurin skuldi taka upp samráðingar við privat felag (les p/f Skálafjarðartunnilin) um treytirnar fyri at byggja og reka tunnilin. Úrslitið skuldi so leggjast aftur fyri løgtingið til støðutakan.

 

Frá løgtingsins røðarapalli lovaði landsstýrismaðurin at gera skjótt av, og hann roknaði við at koma til eitt úrslit við samráðingunum longu fyri summarferiuna.

 

Men her steðgar alt upp. Av onkrum óskiljandi grundum gekk ikki tvey fyri eitt við samráðingunum. Sum skilst, royndi felagið at skunda undir, men tá summarferian kom, visti landsstýrismaðurin at siga almenninginum, at ein einasti fundur hevði verið millum partarnar.

 

Hann undirstrikaði tó, at tað var ein góður fundur – hvussu tað so skal skiljast.

 

Heystið 2007 gekk, uttan at nakað meira spurdist burtur úr nøkrum samráðingum.

 

So kom løgtingsval, og vit fingu eina nýggja samgongu, sum setti sær fyri at taka verkætlanina – ikki einans úr hondunum á teimum privatu, men úr hondunum á kommununum við Skálafjørðin, sum annars hava arbeitt so tætt saman øll hesi ár fyri at tryggja, at verkætlanin kann gerast í sátt og semju á ein hátt, sum ikki skapar trupulleikar og ónøgd kring fjørðin (slóðin frá øðrum, hóast væl minni verkætlanum aðrastaðni í landinum, ræðir okkum). Tórshavnar kommuna hevur eisini í boði at koma upp í felagið, men hevur higartil ikki ynskt at vera við.

 

Tað nýggjasta er nú, at samgongan hevur sett eina nevnd at arbeiða við málinum, sum skal koma við einum tilmæli á ólavsøku um víðari framferðina.

 

Tá verða 18 mánaðir farnir, síðan felagið sendi sína umsókn inn, 15 mánaðir farnir, síðan løgtingið gjørdi sína samtykt og umleið 13 mánaðir farnir, síðan landsstýrismaðurin roknaði við at hava eitt úrslit klárt burtur úr samráðingunum við felagið.

 

Alment ella privat?

Grundgevingarnar fyri, at landið sjálvt vil byggja og reka tunnilin heldur enn at lata eitt privat felag gera tað, kunnu vera fleiri. Onkur hevur ført fram, at landið má hava kontroll á byggingini og rakstrinum av okkara vegakervi og tí ikki kann lata eina tílíka verkætlan upp í hendurnar á privatum. Henda grundgeving heldur neyvan, tí landið kann seta allar tær treytir í loyvið, tað metir neyðugar. At t.d. Danmark veitir privatum oljufeløgum loyvi til at leita eftir og framleiða olju og gass heldur enn at gera hetta í almennum høpi merkir ikki, at landsmyndugleikarnir ikki hava tann neyðuga kontrollin á oljuvirkseminum í landinum.

 

Tann veruliga grundgevingin fyri, at tað møguliga kann vera skilagott, at landið sjálvt ger og rekur tunnilin, er fíggjarligur. Tí landið krevur (í prinsippinum) ikki nakað avkast á sínum innskotspeningi í verkætlanina. Har afturat kann landið fáa heldur bíligari lán, tí tað av lánveitarum verður mett sum ein tryggari afturgjaldari, enn eitt privat felag.

 

Hvussu nógv bíligari ein verkætlan sum Skálafjarðartunnilin kann byggjast og rekast av landinum, samanborið við eitt privat felag, velst sostatt serliga um 1) hvussu stórt eginpeningsavkastið til eigararnar á tí privata felagnum skal vera, og um 2) hvussu nógv bíligari lán, landið kann taka, samanborið við tað privata felagið.

 

Fyri at kunna seta nøkulunda eftirfarandi tøl á, krevst kunnleiki til hesi bæði viðurskifti.

 

Kennir Bjørt tey veruligu tølini?

Fjølmiðlarnir hava gingið hart á landsstýriskvinnuna í seinastuni í tunnilsmálinum, men hon hevur hildið upp á, at hon vildi hava eina grundiga og sakkøna viðgerð av málinum, áðrenn hon legði nakað uppskot fyri tað samlaða landsstýrið og samgonguna at taka støðu til.

 

Nú kom landsstýriskvinnan so við sínum uppskoti. Tað gongur í stuttum út upp á at lata eitt og sama almenna partafelag byggja bæði Skálafjarðartunnilin og Sandoyartunnilin, umframt avleiddar verkætlanir í sambandi við Skálafjarðartunnilin fyri umleið 200 mió. kr. Í tíðindaskrivi um dagarnar metir hon, at hesar verkætlanir “hava eitt virði” á 1850 mió. kr., har av virðið á báðum tunlunum samanlagt er á leið 1650 mió. kr.

 

Í tíðindaskrivinum verður hildið upp á, at við at leggja tunlarnar saman í eitt partafelag kann landið sleppa við at seta samanlagt 50 mió. kr. av á fíggjarlógini um árið í 10 ár, meðan tað fer at kosta landinum í minsta lagi 80 mió. kr. um árið hetta sama tíðarskeið at byggja Sandoyartunnilin, um Skálafjarðartunnilin verður bygdur privat.

 

Hvaðani hevur landsstýriskvinnan hesi tøl?

 

Sum tíðindaskrivið er orðað, sær tað út, sum um tað verður í minsta lagi 300 milliónir kr. bíligari hjá landinum at átaka sær váðan av tveimum heldur enn bara av einum tunli. Men er tað nú veruliga so? Hví sigur tíðindaskrivið einki um, hvat landið stendur og skyldar, tá hesi 10 árini eru runnin í teimum báðum dømunum? Er tað ikki so, at landið tá framhaldandi stendur og skyldar eina milliardaupphædd, um tað fylgir tilmælinum hjá landsstýriskvinnuni, meðan tað verður skuldarfrítt, um Skálafjarðartunnilin verður gjørdur privat og Sandoyartunnilin alment?

 

Kosta Skálafjarðartunnilin og Sandoyartunnilin veruliga “einans” 1650 milliónir at byggja? Taka hesi tøl t.d. hædd fyri, at oljuprísurin er tvífaldaður tað seinasta árið? Kunnu vit fáa upplýst prísin á teimum báðum tunlunum hvør sær, og hvat kostnaðarmetingin byggir á? Hvør skal standa til svars og gjalda munin, um teir í seinasta enda kosta nógv meira – kanska 2 milliardir ella væl tað? Um tað skuldi hent, stendur landið tá ikki og skyldar nærri tvær enn eina milliard eftir tey fyrstu 10 árini, um tilmælið hjá landsstýriskvinnuni verður fylgt?

 

Hvør skal gjalda alla hesa skuld, tá Sandoyartunnilin sambært tíðindaskrivinum neyvan klárar at gjalda sín egna rakstur, tíansheldur nakað íkast til rentur og avdráttir?

 

Hvørjar avleiddar verkætlanir við tilknýti til Skálafjarðartunnilin kosta 200 mió. kr, og hvat tilknýti hava tær til Skálafjarðartunnilin?

 

Og hvaðani hevur landsstýriskvinnan tølini frá, sum liggja til grund fyri postulatinum um henda velduga mun á kostnaðinum, um Skálafjarðartunnilin verður bygdur alment ella privat? Hvør er hesin sakkunnleiki, sum kann siga landsstýriskvinnuni, hvat ein privatur Skálafjarðartunnil veruliga fer at kosta, uttan at p/f Skálafjarðartunnilin hevur fingið nakran møguleika fyri at koma til samráðingarborðið at tosa um hesi viðurskifti, hóast hálvtannað ár eru liðin, síðan felagið læt inn sína umsókn?

 

Tað tykist heldur margháttligt, um henda nevndin, sum nú skal viðgera málið, skal noyðast at samráðast við p/f Skálafjarðartunnilin fyri Vinnumálaráðið fyri at fylgja boðunum úr løgtinginum og gera nóg haldgóðar metingar um, hvat felagið veruliga kann gera tunnilin fyri. – Skal hon tað?

 

Skálafjarðartunnilin og tess brúkarar gíslar

Á ólavsøku verða sum nevnt 18 mánaðir farnir, síðan p/f Skálafjarðartunnilin læt Vinnumálaráðnum sína umsókn, og umleið 13 mánaðir farnir, síðan landsstýrismaðurin í samferðslumálum ætlaði at vera komin upp undir land við viðgerðini av málinum um Skálafjarðartunnilin.

 

Men okkara tunnil er nú drigin upp í heilt onnur mál, sum snúgva seg um aðrar tunnilsverkætlanir, sum einki hava við Skálafjarðartunnilin at gera. Hann skal einans nýtast sum amboð – eitt mjólkineyt – at hála pengar burtur úr til aðrar verkætlanir, sum landið annars ikki metir seg at kunna gjøgnumføra. At vit brúkarar skulu bíða í áravís eftir einum úrsliti, meðan hundraðtals milliónir krónur fara upp í royk, tykist ikki at nerva nakran.

 

- Ella ætlar landsstýriskvinnan at mótrokna okkum hesar pengar, tá endaliga roknistykkið skal gerast upp?

 

Um so er, verður skjótt lítið eftir á botnlinjuni at flyta yvir til aðrar verkætlanir.