Úrslitini hesa ferð siga frá, hvussu spennandi síðsti kappróðurin á árinum hevði verið, um Eysturoyingurin ikki hevði verið við í 10-mannafarsróðrinum.
Havnarbáturin varð næstfremstur, og Nólsoyingurin varð nummar fimm og næstaftastur. Ímillum bátarnar hvør síni megin Nólsoyarfjørð troðkaðu bæði Kjølur og Vestmenningur seg. 0,04 sekund vóru millum Havnarbátin og Kjøl, 0,03 sekund vóru ímillum Kjøl og Vestmenning og so var munurin aftur til Nólsoyingin 0,03 sekund.
Nólsoyingur lá annars til at vinna silvurplássið í FM kappingini, og tað sá væl út hjá teimum heilt leingi í ólavsøkuróðrinum. Tá bátarnir komu á Molan, tók Nólsoyingurin Havnarbátin. Tað er í so nógv sagt, at hann hótti Eysturoyingin, men nólsoyingar tóktust hava hug at bjóða av.
Tá munurin á bátunum er so mikið lítil, sum hann var hesa ferð, so hevði tað ikki verið rætt at sagt, at tað steðgaði upp hjá nólsoyingum, men veruleikin er, at tá bátarnir komu á mál, høvdu teir ikki marginalirnar á sínari síðu, sum teir plaga at taka til í fótbólti, og so endaðu teir á 5. plássi og uttanfyri heiðursmerkjarøðina.
Vertirnir vóru framvið
Millum viðhaldsfólkini hjá Havnarbátinum var optimisman stór eftir avrikið í Miðvági. Tey mettu Eysturoyingin at vera greiðan favoritt til at vinna á ólavsøku, men samstundis vónaðu tey, at teirra bátur í heimasjógvi kundi steðga sannførandi fjarðbúgvunum.
Og í øllum mjørkanum lá tað væl fyri hjá havnarmonnum fyrstu løtuna. Havnarbáturin fekk besta startin, og fyrstu hundrað metrarnar troðkaðu teir drekastevnið framum allar hinar.
Men so stóð fast, og eina løtu sá út til, at havnarmenn skuldu fara longri aftur í røðina. Teir megnaðu kortini næstfremsta plássið, og tað ger, at Havnarbáturin er næstbesta 10-mannafarið í 1998. Tað høvdu fleiri ivaleyst verið nøgdir við, men neyvan teir í Havnar Róðrarfelag, sum í sjeyti, áttati og nítiárunum hava vunnið so mong FM heitið.
Eingin skalaði fjarðbúgvarnar
Og so var tað Eysturoyingurin. Hóast veðrið var ivasamt, so vóru nógv fólk av eystara arminum á Skálafjørðinum at síggja í mjørkanum, og tað vóru ikki bara næstu skyldfólkini hjá teimum umborð á Eysturoyinginum.
Og eysturoyingarnir vóru heldur ikki hesa ferð sviknir av sínari manning.
Tað gekk ein lítil løta, áðrenn Eysturoyingurin fekk hinar afturum seg, men síðani var eingin ivi. Tá hálvt málið var rógvið, var ikki leyst, men tá bátarnir komu inn um hálvan Molan var leyst, og so mundi tað vera um reppið, at hinar manningarnar mistu gula bátin burtur. Hann var í hvussu so er fimm sekund undan teimum fýra næstu á mál.
Hetta var fyrsta ferðin síðani 1988, at Eysturoyingur vann á ólavsøku. Eysturoyingur hevur ikki áður verið FM vinnari.
Bátar hjá NSÍ hava síðst í áttati árunum og fyrst í níti árunum vunnið fleiri FM heiti, og umborð á Eysturoyingi í ár hava verið fleiri, sum vóru við okkurt av teimum árunum. Dreingirnir í NSÍ vunnu við Tjaldrinum í 1991, og bæði í 1989 og í 1990 vann 6-mannafarið Sølmundur.
Javnt á triðja plássið
Kjølur lá eina løtu aftast ólavsøkuaftan, men tað royndist væl hjá kollfirðingum, sum arbeiddu seg upp á eitt triðja pláss. Henda endastøðan saman við tí, at Nólsoyingur ikki vann seg longri fram enn á fimta pláss, ger, at hesir báðir bátarnir eru javnir í stigum í FM kappingini. Kjølur fær bronsuplássið, tí teir á ólavsøku vóru fremri enn nólsoyingar. jh