Sum nummar trý í røðini, eftir Javnaðarflokkin og Tjóðveldisflokkin, legði Sambandsflokkurin sína valskrá fram mánamorgunin á Hotel Hafnia. Ein felagsnevnari fyri valskráirnar higartil hevur verið, at tað trýtir ikki við góðum tilboðum frá flokkunum, meðan teir eru trekir at upplýsa veljaranum, hvussu nógv tilboðini koma at kosta føroyska samfelagnum, um tey verða sett í verk
Valskráin hja Sambandsflokkinum er einki undantak. Málini sum Sambandsflokkurin millum annað ætlar at arbeiða fyri er skattalætti, betrað Barsilsskipan, útbygging av Miðnámsskúlum og samferðslukervinum. Nú ein búskaparlig niðurgongd í føroyska samfelagnum er veruleiki, hevði verið ynskiligt at fingið ítøkiligt at vita, um tað er ráðiligt gera slíkar íløgur, sum flokkarnir undir valstríðnum lokka veljaran við.
Sambandsflokkurin hevur gjørt nakrar útrokningar upp á skattalættan, sum flokkurin ætlar at fremja í verki. Arbeiðið er kortini ikki heilt liðugt, og tí var ikki møguliga at fáa hendur á tølunum. Lisbeth L. Petersen vissaði kortini, at føroyska samfelagið tolir væl, at skatturin av eyka arbeiði verður settur niður frá 60 % til 40%.
Eingin Anfinn
Búskaparligi parturin av valskránni hjá Sambandsflokkinum við millum annað skattalættanum minnir nógv skattapolitikkin hjá Fólkaflokkinum.
Lisbeth L. Petersen varð á tíðindafundinum spurd um Fólkaflokkurin er besta boðið upp á ein samgongufelaga. Hon svaraði, at Sambandsflokkurin vil varðveita allar samgongumøguleikar opnar, og tí hevur eingin ávísur flokkur betri møguleikan enn nakar annar.
Hon legði kortini afturat, at Sambandsflokkurin hevur havt eitt gott andsstøðusamstarv við Javnaðarflokkin, og hetta samstarv kundi møguliga mennast til eitt samgongustarv eftir løgtingsvalið.
Sambandsflokkurin slerdi enn einaferð fast, at flokkurin undir ongum umstøðum tekur undir við, at Anfinn Kalsberg verður løgmaður í einum møguligum samgongusamstarvi við Fólkaflokkin.
Tjóðveldisflokkurin meldaði eisini greitt út fríggjadagin, at flokkurin heldur ikki kann taka undir við Anfinni Kallsberg sum møguligum løgmansevni. Fólkaflokkurin tvíheldur kortini framvegis um, at Anfinn Kallsberg leiðari í flokkinum, og hann er eisini løgmansevni Fólkafloksins.
Leiðsluna
Sambandsflokkurin hevur staðið seg rættiliga væl í seinastu veljarakanningunum, og tað er spátt flokkinum at fáa eitt metval tann 20,januar. Stendur tað til Sambandsflokkin sjálvan, hevur flokkurin leiðsluna í eini samgonguni eftir løgtingsvalið. Flokkurin vil eftir fimm í ár andstøðu sleppa fram at aftur landsins leiðslu. Hóast ivi seinasta mánaðin hevur stungið seg upp um, hvør er løgmansevni hjá flokkinum, so kveistraði Lisbeth L, Petersen henda iva til viks, og gjørdi greitt, at hon er løgmansevni hjá flokkinum.
Ongin yvirtøkulóg
Sjálvsstýrissamgongan hevur seinasta valskeiðið lagt nógva orku í yvirtøkulógina. Síðan Tvøroyarskjalið varð undirskrivað, hava drúgvar samráðingar verið á embætismannastigi millum føroyskar og danskar myndugleikar um yvirtøkur av fleiri málsøkjum.
Stendur tað til Sambandsflokkin, steðgar yvirtøkuarbeiðið alt fyri eitt. Sambandsflokkurin vil ikki heilt útihýsa yvirtøkum í framtíðini, men flokkurin leggur dent á, at yvirtøkurnar mugu gerast, tá tað loysir seg fíggjarliga
?Yvirtøkur eru ikki millum fremstu málini hjá okkum. Vit vilja gjarna hyggja at summum møguligum yvirtøkum, men tær mugu gerast, tá vit hava fíggjarliga orku til tað, og í íløtuni eru onnur átrokandi mál meira týdningarmikil enn yvirtøkurnar, sigur Lisbeth L. Petersen.
Forkvinnan fýltist eisini á, at arbeiðið við yvirtøkulógini hevur verið dult fyri andstøðuni, og Sambandsflokkurin ikki visti, hvussu langt arbeiðið er komið.
Samráðast við danir
Kemur Sambandsflokkurin fram at landsins leiðslu, vil flokkurin arbeiða fyri, at ein nýggja avtala um ríkisrættarliga spurningin verður gjørd við danir. Flokkurin ætlar sær at samráðast við danir um eina nýggja skipan, sum skal avloysa Heimastýrislógina. Lisbeth L. Petersen sigur, at føroyska útgangspunktið vera út frá nýskipanaruppskotinum hjá Sambandsflokkinum.