Fá hugskot koma av útoyggj

- Vit vilja fegin stuðla virksemi á útoyggj. Trupulleikin er bert hann, at vit fáa sera fáar umsóknir hagani, sigur Bjarni Olsen, stjóri í Eik.

Á ráðstevnu hjá Útoyggjafelagnum herfyri greiddi hann frá møguleikum og treytum hjá bankanum at veita fígging til útoyggjar.

- Fyri okkum er eingin ivi um, at lata vit lán til eina verkætlan, so skal hon vera lønandi.

- Okkara endamál er stutt sagt at fáa lánið aftur, sigur Bjarni Olsen.

Beint undan innleggi hansara var íverksetarin, Niklas Heri Jákupsson komin við fleiri hugskotum um vinnuligt virksemi á bygd.

Eftir hann kom stjórin í Eik Banka, og hann vísti á, at trupulleikin mangastaðni er, at tað eru so fáar verkætlanir her sum eru lønandi.

- Framleiðslan á útoyggj er ofta kostnaðarmikil, og tí er størri vandi fyri at tær ganga verri har enn aðrastaðni. Alt má verða rikið á fíggjarligum grundarlagi.

- Tað er sama treyt, ið vit sum banki liva undir. Gjørdu vit ikki tað, skuldu vit at enda havt stuðul til okkara virksemi, sigur hann.


Skal geva avkast

Ein peningastovnur sum Eik hevur møguleika at veita fólki nógvar ymiskar tænastur, bæði tá talan er um uppsparingar, ráðgeving og sjálvandi útlán til privatfólk og sum vinnulán.

Bankin er sum vera man áhugaður í at veita lán til virksemi kring alt landið. Men gongdin seinastu árini vísir tó, at ein rættiliga lítil partur er endaður á útoyggj.

Í fjør veitti Eik bara ein fjórðings prosent í vinnulánum til útoyggj, samstundis sum tey beinleiðis innlánini vóru undir eitt prosent.

Spurningurin er, hvørt hetta er nógv ella lítið í mun til talið av fólki, sum býr á hesum støðum.

Fyri Eik er kortini eingin ivi um, at hesi fólkini eisini eru fevnd av teirra visjón um at vera øllum kundum at gagni við at veita teimum fíggjarligar tænastur.

- Einasta treyt, sum vit seta, er at tað skal geva avkast, sigur Bjarni Olsen.

Tøkniliga er einki til hindurs fyri, at bankin kann veita eina tænastu til útoyggj og onnur, og at óneyðugt er við Eik-deildum á hvørjum tanga.


Vera verulig

Spurningurin hjá Bjarna til útoyggjafólkið er tí hesin: - Hví er so lítið virksemi á útoyggj?

Hjá Eik eru høvuðstreytirnar fyri at veita lán til vinnuligt virksemi, at verkætlanin skal vera lønandi, soleiðis at bankin kann fáa lánið aftur.

Ein verkætlan skal haraftrat vera veruleikakend, men her vísir tað seg ofta at trupulleikarnir stinga seg upp: Munurin á tí, sum bankin metir vera veruleikakent, og á tí sum stigtakararnir meta.

- Vit hava okkara krøv, og sum vit mugu uppfylla. Okkara endamál er jú at vágin hjá okkum skal kunna avmarkast.

- Tess størri vágin er, tess størri er kravið til trygdina, sigur Bjarni Olsen, og vísir til, at fáar verkætlanir á útoyggj kasta fíggjarliga av sær.

Høvuðsorsøkin til hetta er, at marknaðurin tykist vera veikari enn á øðrum støðum, og at framleiðslan er munandi dýrari. Tí eru størri sannlíkindi fyri, at tað verður truplari at fáa slíkt virksemi at bera seg á útoyggj.

Skal bankin tryggja seg í slíkum førum er neyðugt, at størri krøv verða sett til trygd, við til dømis hægri eginpeningi ella at ognir verða settar í veð.


Lægri virði

Bjarni Olsen vísir á, at júst hetta við trygdini er ein trupulleiki mangastaðni.

Tað vísir seg nevniliga, at sethús og fastar ognir hava ofta lægri virði enn aðrastaðni. Hetta ger seg serliga galdandi, um tað gerst neyðugt at selja tey aftur.

Fólk á útoyggj eru sjálvandi tey, sum eru truplast fyri í hesum máli, men tað eru eisini onnur øki, sum eru munandi nærri meginøkinum, ið virka undir somu korum.

Dømi um hetta eru Sandoyggin, sunnara helvt av Suðuroynni, norðari parturin av Eysturoy, Viðoy og norðari partur av Borðoynni, har trupult er at fáa lønandi virksemi.

- Men lat meg beinanvegin sláa fast, at hetta ikki er eindømi fyri Føroyar. Peningastovnar í Danmark arbeiða við somu treytum.

- Her er tí ikki talan um at hava illvilja ella fordómar ímóti virksemi á útoyggj, men ein heilt natúrligur samanhangur innan raksturin, sigur Bjarni Olsen, og slær síðani fast:

- Tess størri fjarstøða frá størri bygdunum og tess verri ferðasambandið er, tess truplari er at fáa vinnuligt virksemi at bera seg!


Stuðul sum sovipúta

Skal ein fara undir virksemi á útoyggj er neyðugt at fáa lán og helst eisini almennan stuðul.

Júst hetta við stuðlinum hevur mangan víst seg at verið ein trupulleiki: Hesin kann lættliga gerast ein sovipúta hjá virkisfúsum fólki.

Tað vísir seg mangan, at tað ikki er serliga motiverandi hjá fólki at skula liva av virksemi sum fær fíggjarligan stuðul frá tí almenna. Her átti ein heldur at skipa ein grunn, sum við serligum treytum kundi útvega eginpening til útoyggjar.

- Royndirnar aðrastaðni frá vísa, at stuðlað virksemi missir so við og við sín geist og haraftrat sítt kappingarføri.

- Tí siga vit, at tað krevur eldhug at leggja tøkan pening á borðið, tá ein veruliga trýr uppá verkætlanina, sigur hann. 



Gott ferðasamband neyðugt

Á útoyggj standa tey yvirfyri bæði styrkjum og veikleikum: Styrkin er millum annað at finna í mentanini, søguni og náttúruni, meðan veikleikarnir eru at finna í tí, at tað er keðiligt og at tey ungu ikki á trívast á útoyggj og smáplássum í síni heild.

Til ber jú ikki at tvinga fólk at búseta seg á útoyggj, men ein avgjørd fortreyt er at ferðasambandið og vegasambandið eru góð.

- Hinvegin má ein staðfesta, at gott vegasamband ikki merkir tað sama sum at virksemi verður skapt.

- Men tað gevur í øllum førum møguleika at búgva á útoyggj og hava sítt arbeiðspláss aðrastaðni, sigur Bjarni Olsen.

Eitt dømi um hetta er Gásadalur. 




Fá hugskot av útoyggj

Sum ein virkin peningastovnur er Eik sjálvandi hugaður í at veita lán til vinnuligt virksemi á meginøkinum, eins væl og á útoyggj.

Trupulleikin er bert hann, at tað koma sera fá hugskot og fyrispurningar úr útoyggj um vinnuligt virksemi.

- Tá tey so endiliga koma, vísir tað seg tíverri alt ov ofta, at tey í fyrsta lagi eru ov veik, og í øðrum lagi fíggjarliga ivasom.

- Tí er tað so trupult hjá teimum at fáa fígging, vísir Bjarni á.

Hinvegin heitti hann á fólk á útoyggj um at koma til bankan við sínum góðu hugskotum. Tey eru altíð fús at koma við ráðgeving og vegleiðing.

Stjórin í Eik vísti á, at nógvir møguleikar eru fyri vinnuligum virksemi á útoyggj, millum annað innan ferðavinnuna. Alt hetta er við til at tryggja fjølbroytni í livimøguleikunum her á landi.

Neyðugt er at seta eitt miðvíst arbeiði í gongd at finna fram til allar tær góðu verkætlanirnar, sum fólk á útoyggj sita við.

Hansara uppskot var at seta ein fastan arbeiðsbólk at taka sær av hesum. Her kundu umboð fyri útoyggjar, vinnuna og tað almenna ráðgivið teimum sum koma við hugskotunum.