- Fólk skríggja og gráta av gleði

Tommy Petersen av Argjum, sum hevur luttikið í hjálpararbeiðinum í Irak í skjótt eitt hálvt ár, var stæddur í irakiska høvuðsstaðnum Bagdad, tá Saddam Hussein varð tikin. Sosialurin hevði hann í telefonini tíðliga sunnumorgun, tá byrsuskot hoyrdust um allan býin. Skotin av gleði

Saddam Hussein tikin


-Irakar rópa, skríggja og gráta av gleði. Hetta er ein ómetaliga stór løta fyri irakar og øll tey, sum arbeiða fyri einum tryggum og demokratiskum Irak sigur Tommy Petersen, sum var stæddur í Bagdad sunnumorgun, tá tíðindini bórust um, at Saddam Hussein er handtikin. ?Vit komu úr Basra til Bagdad í einum bretskum hernaðarflogfari í gjár, og tíðliga í morgun blivu vit vakt við byrsuskotum og rópandi irakum, sum fegnaðust um, at Saddam Hussein er fangaður.

Tommy Petersen, sum hevur verið í Irak í skjótt eitt hálvt ár, var í arbeiðsørindum í Bagdad, tá tíðindini, sum so mong hava bíðað eftir, bórust. ?We gott him? ?Vit hava tikið hann? vóru orðini frá amerikanska leiðaranum í Irak, tá hann fór á sjónvarpsskíggjan og boðaði frá handtøkuni av fyrrverandi irakiska leiðaranum.

-Tað er undarligt at vera stæddur í irakiska høvuðsstaðnum júst ta løtuna, tá tað verður kunngjørt, at Saddam Hussein er tikin sigur Tommy Petersen, sum sjálvur heldur, at hetta fer at broyta viðurskiftini í landinum til tað betra. Tað fer at hjálpa teimum, sum arbeiða fyri einum tryggari og demokratiskum Irak.

Tommy Petersen fór til Irak fyri skjótt fimm mánaðum síðani. Hann arbeiðir fyri sivilu bretsku myndugleikarnar í býnum Basra, har uppgávan er at byggja upp eitt demokratiskt stýri við kommunalum stovnum og myndugleika. -Eg haldi tað gongur rætta vegin, men hetta er ein tilgongd, sum tekur tíð. Irakar eru við at fáa skil á viðurskiftunum og eru so smátt farnir undir at skipa kommunalar eindir og fara so við og við at taka yvir eftir fólkini frá koalitiónslondunum, sum hava lagt teimum lag á. Okkara arbeiði er ein brikkur í eini demokratiseringstilgongd og vónandi fer tað at geva úrslit uppá longri sikt.

Tommy Petersen sigur, at tað gongur framá fyri hvønn dag, eitt nú eru el- og vatnveitingarnar við at koma uppá pláss, soleiðis at gerandisdagurin aftur verður sum hann eigur.

Sjálvur heldur Tommy Petersen, at handtøkan av Saddam Hussein fer at lætta um arbeiðið hjá teimum, sum hjálpa irakum at byggja landið uppaftur. Hon fer uttan iva at rudda burtur tann ótta, sum er millum mangar irakar fyri atsóknum og hevndaratgerðum frá fólki, sum enn stuðla Saddam Hussein.

-Eg haldi, at irakar nú síggja ljós í endanum á tunnlinum. Hetta er ikki nøkur skjót tilgongd, tað fer at taka tíð at byggja upp demokratiskar stovnar og fáa landið aftur á beint. Men hetta arbeiðið er í gongd og tað kemur at taka tíð.

1. juli í ár fara irakar sjálvir at taka yvir leiðsluna av landinum, og kemur handtøkan av Saddam Hussein tí sera væl við.

Spurdur hvat hann heldur um atfinningarnar móti USA, nú bara ávís lond kunnu fáa sáttmálar til at byggja upp aftur Irak sigur Tommy Petersen, at hansara uppgáva er ikki at leggja seg út í eitt tjak um slíkt, men hann heldur tað ikki vera so løgið, at eitt nú amerikanskar fyritøkur fáa møguleika at gera uppgávur í Irak, nú tá so nógvir amerikanskir skattapengar eru farnir og skulu latast til Irak. USA hevur júst samtykt at brúka 18 mia. dollarar til arbeiðið í Irak. Eg rokni við at heimurin fer at skilja, at amerikanarar sjálvir vilja sleppa at gera av, hvat pengar teir játta verða brúktir til.

-Hvussu tá við hópoyðingarvápnunum, sum eingin enn hevur funnið?

-Hvussu er við teimum ella ikki, so haldi eg fólk her í Irak eru glað um, at tað nú eru útlit til at tey fáa demokratisk viðurskifti í landinum uttan at skula ganga og bera ótta alla tíðina.

Tommy Petersen kemur heimaftur til Føroya í februar mánað. Tá er arbeiði hansara í Irak av. Hann fer tá aftur til arbeiðis í Oljumálaráðnum. Sjálvur heldur Tommy, at eitt hálvt ár er nóg mikið, tá man ikki hevur familjuna hjá sær. Nú sær hann fram til at koma heimaftur og fara undir spennandi uppgávur og avbjóðingar í føroyska samfelagnum.

-Hvat hevur hann so lært av hesum arbeiðinum?

-Tá tú kemur til eitt land í kjalarvørrinum á einum kríggi, so lærir tú at taka støðu til slíkt tú ikki hevur roynt og hugsað um áður. Tú kanst læra nógv av at vera komin í eina so óvanliga støðu. Hetta hevur verið ein áhugaverd tíð, og vónandi fer hon eisini at bera ávøkstur við sær.