Fólkaflokkurin má læra av úrslitinum hjá Anniku Olsen

FÓLKAFLOKKURIN Tann, sum ikki lærir av valúrslitinum hjá Anniku Olsen, hevur ikki serliga gott skil fyri politikki, er lemjandi atfinningin frá gamla fólkafloksmanninum, Hjarnari Djurhuus

- Annika Olsen er tann einasti politikarin, ið torir at føra landspolitikk.
Gamli fólkafloksmaðurin, Hjarnar Djurhuus er ikki ein, sum tekur orðið ofta, heldur ikki á landsfundum í Fólkaflokkinum.
Men á landsfundinum hjá Fólkaflokkinum leygardagin, reistist hann úr stólinum og lyfti fremstafingur ímóti floksleiðsluni..
Tað, sum hann serliga átalaði, var, at Annika Olsen ikki hevði fingið betri sømdir í flokkinum og varð vald til forkvinnu fyri flokkin.
Hann hevði fyri kortum verið í eini samkomu, har hann tosaði við ein ungan mann, sum greiddu frá, at teir vóru seks vinmenn, sum allir vóru fólkafloksmenn.
Men nú var bara hann eftir, tí allir hinir fimm vóru farnir í aðrar flokkar.
- Eg helt, at tað var rættiliga áhugavert, sum hesin ungi maðurin fortaldi.
Hjarnar Djurhuus helt eisini, at tað góða valúrslitið hjá Anniku Olsen var sera áhugavert.

Annika torir
Hann vísti á, at Annika Olsen fekk næstan líka nógvar atkvøður, sum allar fýra tingkvinnurnar hjá Tjóðveldi fingu tilsamans.
- Tann, sum ikki steðgar á og hyggur nærri at hesum her, hevur ikki serliga gott skil fyri politikki, segði hann.
Sjálvur heldur hann, at forkláringin upp á, hví Annika Olsen fekk so gott valúrslit, er sera einfalt.
- Eftir míni meting er hon er tann einasti politikkarin ið førir landspolitikk. Teir flestu av hinum politikarunum føra bara ein víðkaðan kommunupolitikk.
- Og Annika Olsen er tann einasti politikkarin, ið torir at taka eina støðu.
Hjarnar Djurhuus helt, at tað gav at bíta í kommunumálinum, har Annika Olsen tordi at taka ta støðu at leggja kommunurnar saman.
- Hinir politikararnir tora ikki leggja kommurnar saman, fyrrenn teir hava spurt kommunurnar, tí teir eru bangnir fyri at missa nakrar atkvøður.
Men Hjarnar Djurhuus staðfestir, at politikarar eru valdir at taka avgerðir. Hava teir ikki rygg til at taka eina støðu kunnu vit siga við teir, sum sagt varð við ein fakfelagsformann fyri nøkrum árum síðani.
- Tú ert valdur at taka støðu og torir tú ikki tað, mugu vit hava ein annan formann, sum torir, vórðu boðini til fakfelagsformannin.
- Tað er ongin ivi um, at hetta valið vísir, at Fólkaflokkurin hevur ein ungan politikara, sum torir at taka støðu og sum torir at taka ábyrgd og tí hevur hon fingið so góða undirtøku sum ongin annar hevur tikið, segði Hjarnar Djurhuus.
- Tað er so einfalt sum tað, at tað var fyrst og fremst hon, sum gjørdi, at Fólkaflokkurin fekk so gott val, legði hann afturat.

Ikki hugtikin av Jørgen
Hjarnar Djurhuus fanst eisini at formanninum í Fólkaflokkinum.
- Eg eri ikki so ræðuliga hugtikin av Jørgen Niclasen, segði hann.
- Tá ið samgonga varð skipað eftir valið í 2008, telvaði Jørgen Niclasen seg fram til ein landsstýrissess í uttanríkismálum.
- Tað má so merkja, at hetta var tað, sum Jørgen Niclasen helt, var tað besta úrslitið fyri Fólkaflokkin.
- Men tá ið valskeiðið nærkaðist endanum, rýmir hann mitt í øllum úr hesum týðandi sessi, hann hevur telvað seg fram til.
- Forkláringin um, at tað var fyri at spara pening og fyri at hann skuldi fáa betri stundir til flokkin, trúði ongin upp á, yvirhøvur ikki, staðfesti Hjarnar Djurhuus.
Hann fýltist eisini á mannagongdina, táið aðalstjóri varð settur í Uttanríkisráðnum.
- Jørgen Niclasen vrakaði bæði tann, sum varð viðmæltur sum nummar eitt og sum nummar tvey og setti tann triðja í røðini.
Fyri Hjarnar Djurhuus var ongin ivi um, at endamálið hjá Jørgen Niclasen við hesum var eina og aleina at styrkja seg persónliga.
Tí metti hann, at Fólkaflokkurin hevði brúk fyri yngri fólki, sum tordi at taka støðu og her sipaði hann til Anniku Olsen.

Skammiligt
Hjarnar Djurhuus er ikki einsamallur fólkafloksmaður, sum er stak ónøgdir við støðuna.
- Tað sum er hent seinastu tíðina, er fullkomiliga skammiligur atburður í okkara flokki, staðfesti Ingi á Smið.
- Vit hava aldrin riðið so niðarliga og hevði val verið í dag, hevði Fólkaflokkurin mist minst tríggjar tinglimir, legði hann afturat.
- Tað var greið tala frá veljarunum, at Jacob Vestergaard skuldi verða landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
- Tað er eisini greið tala frá veljarunum, at hann vil hava Anniku Olsen at standa á odda fyri flokkinum.
- Men alt tað skúgvar flokkurin til viks, segði Ingi á Smið.
Hann helt, at tað hevur stóran týdning at seta hol á hetta orðaskifti í flokkinum, tí tað nyttar ikki at sita ár eftir ár á landsfundi og látast sum um at alt er so sára gott, tí tað er tað yvirhøvur ikki.
-Tað er ein velduga stór ósemja, tí floksleiðslan hevur ikki telvað flokkin til tað, sum veljarin vildi hava.
Tummas Justinussen staðfesti turrisliga, at Fólkaflokkurin lesur valúrslitið sum ”fanin lesir bíbliuna”.
Hann ferðast nógv kring landið og allastaðni, hvussu stór ónøgdin er. Hann heldur, at talan er um russiskar tilstandir í flokkinum og hann vónar, at veljarans dómur verður tikin til eftirtektar.
- Jacob Vestergaard sigur, at hann mátti læra seg at liva við teirri avgerð, sum er tikin. - Eg stúri fyri, at flokkurin má læra seg at doyggja við hesi avgerðini, segði Tummas Justinussen.