Hetta var sera kærkomið og úrslitið av góðum hugburði og liðavriki. Tað segði KÍ liðformaðurin Hjalgrím Elttør, tá ið hann og liðfelagarnir leygardagin høvdu vunnið 3-2 á útivølli ímóti NSÍ.
Liðformaðurin átti sjálvur sín stóra lut í sigrinum. Hann legði upp til 2-1 málið, sum Páll A. Klettskarð skoraði, og tá ið Klæmint A. Olsen hevði javnað til 2-2, og NSÍ hevði hug at stríðast fyri at vinna fulla úrtøku, tók KÍ liðformaðurin søkina í egnar hendur. NSÍ verjan drálaði, og so sendi Hjalgrím Elttør av brotsteigarmarkinum bóltin dygst inn við stólpanum, og harvið hevði KÍ annað vikuskiftið á rað vunnið fulla úrtøku. Álitisfulli verjukendi miðvallarin Atli Danielsen setti hol á við fínum fløtum skoti úr 19 metrum, og Jann Martin Mortensen javnaði til 1-1, eftir at NSÍ hevði spælt seg ígjøgnum í vinstru og lagt til handara stólpan.
Í Klaksvík fegnaðust tey um FM í kvinnuflogbólti og sigurin í Runavík, og í Fuglafirði fegnaðust tey um FM í mansflogbólti og 2-1 sigurin í Streymnesi. Aðra staðni í blaðnum verður greitt nærri frá tí dystinum.
Oddbjørn Joensen var illa nøgdur við arbeiðsavrikið hjá sínum monnum í 1-1 janvleikinum ímóti B36. HB legði fyri sum eitt óløgið á Argjum, og eftir stórt korter var alt avgjørt, tá ið støðan var 3-0 til HB. Keita minkaði um munin til 3-1.
– Fyrsta korterið rendu teir okkum fullkomumliga um koll, og hóast vit leikliga reistu okkum og vístu góðan hugburð síðsta tíman, so megnaðu vit ikki at hótta HB leiðsluna, staðfesti Sámal Erik Hentze, fyrrverandi HB venjarin sum nú hevur ábyrgdina á Argjum.
AB venjarin flutti miðskeiðis í 1. hálvleiki Sorin Anghel úr miðverjuni og fram á miðvøllin, og tað tóktist rigga væl.
B36 setti fríggjakvøldið Víking orduliga upp á pláss. Góði hugburðurin og ágangandi spælið frá HB dystinum sást aftur, og tað hevur stóran týdning, at Lukasz Cieslewicz, sum í fjør var nógv skaðaplágaður, er komin fyri seg aftur. Hann setti hol á burtur úr ongum, og hann staðfesti 4-0 sigurin. Súni Olsen skoraði aftur hesa ferð frágera gott frísparksmál.
Í Sørvági vann heimaliðið 4-1 á TB, sum tykist fáa tunga mótbrekku í royndini at halda tørn um plássið í bestu deildini.