Føroya Banki verður partaeigari í SDC

Í samband við samstarvsavtalu, sum Føroya Banki og KT-fyritøkan SDC hava undirskrivað, verður Føroya Banki eisini partaeigari í SDC Føroya Banki skrivaði í gjár undir avtalu við donsku KT-fyritøkuna, Skandinavisk Data Center, um, at hon verður høvuðsveitari av bankaskipanum til Føroya Banka

Sostatt fylgir Føroya Banki somu slóð, sum hinir føroysku peningastovnarnir, ið hava gjørt somu avtalu við SDC.

Harafturat hava Føroya Banki og SDC eisini avtalað, at Føroya Banki verður partaeigari í SDC. Væntandi fer SDC at veita føroysku peningastovunum bankaskipanir frá fyrra hálvári í 2010.

Endamálið við avtaluni er, at allar KT-skipanirnar hjá peningastovnunum skulu leggjast um frá verandi veitarum, P/F Elektron og BEC, til SDC.

140 danskir, norskir og svenskir peningastovnar eru kundar hjá SDC. Kjarnuvirksemið hjá SDC er menning, røkt, rakstur og felags innkeyp av KT-loysnum til fíggjarstovnar.