Við meiri enn hundrað árum á baki er Føroya Bjór ein av teimum elstu og kendastu vinnufyritøkunum í Føroyum Fyritøkan hevur eina drúgva og spennandi søgu, sum fór av bakkastokki longu í 1888, tá Símun úr Vági fór undir at bryggja øl.
Símun F. Hansen, sum var hansara borgarliga navn, var abbi teir núverandi oddamenninar á Føroya Bjór, brøðurnar Einar og Heina Waag, og líka frá byrjan valdi hann veðrin at mynda bryggjaríið. Og nú, fyritøkan hevur 118 ár á baki, er veðrurin framvegis sjálv ímyndin av Føroya Bjór.
Símun vaks upp norðuri í Vági, og var giftur við Karin úr Funningsstovu í Havn, og áttu tey átta børn. Hann var ivrigur sjálvstýrismaður og var eitt nú millum undangóngufólkini, sum kallaðu inn til jólafundin í 1888. Harumframt var hann háskúlamaður um ein háls, og var eisini millum teir føroyingar, sum veitraðu við Merkinum nógv ár fyri, at tað var alment góðkent.
Tey trý ættarliðini
Tá Símun í Vági fór til Danmarkar í 1883 at læra til bakara, lærdi hann samstundis at bryggja øl. Fimm ár seinni var hann aftur í Føroyum og byrjaði sína egnu fyritøku. Eftir at hava arbeitt sum bakari, bryggjari, bóndi og reiðari í næstan 50 ár doyði hann 72 ára gamal í 1935. Sonurin, Einar Waag eldri, sum eitt skifti var løgtingsmaður, tók yvir og bygdi bryggjaríið út fleiri ferðir, áðrenn hann fyri skjótt 30 árum síðani lat triðja ættarlið koma til.
Góðskan í hásæti
Í dag siga teir á Føroya Bjór, at teir leggja størsta dentin á ølgóðskuna, og at ølið hevur luttikið og vunnið heiðurprísir í mongum altjóða ølkappingum. Bryggjaríið sendir alla tíðina øl til kanningar á starvsstovu og eisini til uttanveltaðar smakkroyndir hjá ølserfrøðingum á Alfred Jørgensen Gæringsfysiologisk Laboratorium. Hesir siga, at ølið roynist væl millum bestu øl sløg í heiminum.
Føroya Bjór røkir umleið 70 prosent av føroyska marknaðinum fyri pilsnarøl og 60 prosent av gulløli. Men Føroya Bjór er ikki bert øl. Sodavatnið er eisini vælumtókt, og er meiri enn onnur hvør sodavatn, ið verður drukkin í Føroyum, frá Føroya Bjór. Umleið 40 fólk starvast á Føroya Bjór, harav 18 á skrivstovuni og bryggjarínum í Klaksvík. Bryggjaríi hevur fimm deildir kring landið, á Tvøroyri, í Skálavík, í Havn, Leirvík og Klaksvík.
--
Myndatekstur:
Á myndini síggja vit ein Austin lastbil, sum er lastaður við eyðkendu reyðu trækassunum. Arbeiðsmennirnir eru: Ólavur Thomsen, sum enn starvast í fyritøkuni; Olgar Hansen, skipari; Álvur Magnusson, motorpassari og Volmar Biskopstø, stýrimaður.