Í 1948 fekk lutafelagið Føroya Fiskasøla einkarrætt til allan útflutning av saltfiski og klippfiski úr Føroyum. Einkarrætturin varð latin felagnum, tí menn tá hildu hetta vera besta mátan at tryggja, at føroyska fiskaframleiðslan varð seld fyri besta prís í marknaðarlondunum. Vóru ov nógv feløg í Føroyum, sum buðu keyparunum fisk, bóru menn ótta fyri undirbjóðing við minni inntøkum og vánaligari rakstri í fiskivinnuni sum úrslit.
Hetta var eisini niðurstøðan, tá ið undanfelagið hjá Føroya Fiskasølu varð stovnað í ringastu tíð í 1936. Hetta lutafelagið æt Føroya Fiskaexport og varð stovnað til tess at samskipa saltfiska- og klippfiskaútflutningin úr Føroyum. Frammanundan hevði útflutningurin verið á fleiri hondum, eisini fremmandum, og hildið varð ikki, at nóg mikið fekst burturúr.
Nógv vatn er runnið í ánni, síðan fyrsti farmurin hjá Føroya Fiskasølu fór av landinum við farmaskipinum ?Susaa? á heysti 1948 beinleiðis til Spania. Umstøðurnar at virka undir eru ikki longur tær somu, og longu í 1953 læt lutafelagið Føroya Fiskasøla einkarrættin frá sær.
Fyrstu árini í 90?unum vóru broytingarár hjá Føroya Fiskasølu. Í kjalavørrinum á føroysku búskaparkreppuni og bankakreppuni viknaði fíggjarliga styrkin hjá Føroya Fiskasølu. Samstundis fór meirilutin av føroysku fiskavirkjunum á húsagang og fekk hetta álvarsamar avleiðingar fyri lutafelagið Føroya Fisksøla.
Felagið hevur kortini varðveitt støðu sína sum fremsti fiskaútflytarin í Føroyum og hevur lagað seg eftir broytingunum heima sum úti. Longu í fimtiárunum fór Føroya Fiskasøla undir at selja fiskafløk skorin í Føroyum. Marknaðirnir og framleiðslurnar eru nógv broyttar ígjøgnum árini, men saltfiskur er framvegis ein týdningarmikil partur av virkseminum hjá Føroya Fiskasølu við umleið 15% av útflutninginum hjá felagnum í 1997.
Búmerkið
Navnið Føroya Fiskasøla, ella á útlendskum máli ?Faroe Seafood?, ella bert FAROE, er kent í fiskivinnuni um allan heim. Fiskasølu búmerkið hevur umboðað eitt fjølbroytt úrval av føroyskt framleiddum fiskavørum í 50 ár. Vit hava tí ein heilt natúrligan framíhjárætt hjá kundum okkara av tí at teir hava álit á, at FAROE borgar fyri støðugum viðurskiftum, har dygdin og leveringstrygdin er í hásæti.
Eingin ivi er um, at FAROE stendur fyri føroyskum fiski virkaður í Føroyum. Føroya Fiskasøla strembar eftir at selja til teir marknaðir, sum geva hægsta prís. Um ein skal eiga og røkja hesar marknaðir, er fyrst og fremst neyðugt at eiga eitt gott vørumerki.
Okkara búmerkið hevur ein reinan stíl, sum ímyndar servitan og feskleika. Eitt búmerki, sum umboðar reinar natúrligar fiskavørur uttan útílatingarevni v.m.
Fiskasølu búmerkið er uttan iva kendasta føroyska vørumerkið kring heimin.
Bygnaður í dag
- 50 ár aftaná stovnan
Í dag starvast 25 fólk á høvuðsskrivstovuni í Føroyum og 20 starvast á skrivstovunum uttanlands í Fraklandi, Stóra Bretlandi og Danmark. Ein størri og størri partur av søluarbeiðinum verður gjørdur á søluskrivstovunum uttanlands. Endamálið við søluskrivstovunum á marknaðunum er at menna søluna til brúkaran og stórkøkarnar til frama fyri kappingarføri felagsins í Føroyum og uttanlands.
Dótturfelagið hjá Føroya Fiskasølu í Fraklandi, Faroe France S.A., er ímillum 10 teir størstu fiskainnflytararnir í Boulogne og liggur bert fáar metrar frá týdningarmiklasta flutningsmiðdeplinum fyri feskan fisk í Europa. Samanborið við aðrar marknaðir hevur franski marknaðurin eitt sera breitt vøruúrval. Fiskasølan hevur tí fleiri bein at standa á á franska marknaðinum. Frakland er størsti innflytarin av millum øðrum laksi, kókaðum rækjum, jákupskeljum, svartkalva v.m.
Dótturfelagið í Onglandi, Faroe Seafood UK Limited, selur serliga pilkaðar rækjur frá Rækjuvirkinum á Oyri. Samstundis er Ongland størsti marknaðurin fyri fryst og fesk toska- og hýsufløk. Sum nakað nýtt er søluskrivstovan í Onglandi farin at innflyta alilaks í kapping við skotar. 15% av søluni hjá Fiskasøluni í 1997 fór til Onglands.
Dótturfelagið Faroe Seafood Finance A/S í Hirtshals umsitur skuldarar felagsins. Umframt at veita fígging veitir Faroe Seafood Finance A/S aðrar tænastur fyri Samtakið, sum t.d. tryggingar- og gjaldoyrisviðurskifti v.m. á kappingarførum støði.
Framtaksgrunnurin eigur í dag allan partapeningin í Føroya Fiskasølu. Sambært viðtøkunum hjá Framtaksgrunninum er ætlanin, at partabrøvini í Føroya Fiskasøla skulu seljast áhugaðum.
Marknaðurin
Samstundis sum heimurin gerst minni og minni fyri hvønn dag, opnast nýggir marknaðir hjá Fiskasøluni. Við hjálp av nútíðar kunningartøkni er søluarbeiðið munandi broytt seinnu árini. Stórar mongdir av upplýsingum og vitan floyma yvir okkum og uppgávan hjá okkara marknaðarfólki er at troyta nýggju møguleikarnar. Føroya Fiskasøla hevur eitt ungt ættarlið av royndum sølufólkum, sum ger brúk av nýggju møguleikunum innan kunningartøknina. Tætt samband er millum høvuðsskrivstovuna í Føroyum og søluskrivstovurnar á marknaðinum.
Alsamt fleiri og fleiri fyritøkur innan fiskivinnuna í grannalondunum verða keyptar inn í størri eindir ella velja at samstarva í størri eindum. Vit hava sæð t.d. íslendingar yvirtaka stór framleiðsluvirkir í marknaðarlondunum, hetta fyri at keypa sær atgongd til teir betru marknaðirnar. Mótsatt síggja vit eisini, at fyritøkur yvirtaka skip og virkir fyri at keypa sær atgongd til fiskirættindini. Lyklaorðið er samstarv.
Fiskasølan leggur dent á at samstarva við kundar, sum arbeiða djúpt inni á marknaðunum og eru fíggjarliga betri fyri enn teir traditionellu fiskainnflytararnir.
Sum heild má sigast, at marknaðarútlitini fyri fiskavørum eru góð. Nýtslan veksur hvønn dag og krøvini til matvøruframleiðslu yvirhøvur gerast størri til gagn fyri brúkaran. Fiskur, sum er veiddur og virkaður undir fullgóðum umhvørvis umstøðum, hevur framíhjárætt á ávísum marknaðum og hetta kravið kemur at økjast komandi árini.
Botnfiskurin
Botnfiskasløgini undan Føroyum hava altíð verið høvuðsgrundarlagið undir virkseminum hjá Føroya Fiskasølu. Toskurin og upsin umboðaðu ávíkavist 25% og 13% av samlaða útflutninginum hjá Fiskasøluni í 1997.
Frá nærum bert at arbeiða toskin til saltingar (í dag 15% av søluni) og í flakablokk (í dag 6% av søluni), verður toskurin og upsin í dag virkaður til ein hóp av ymiskum fiskavørum. Vøruúrvalið úr toski og upsa er ment heilt nógv seinastu 10 árini, heilt frá útvatnaðum frystum saltfiskaportiónum til nakkastykkir klár at koyra í pottin.
Kongafiskurin hevur eisini ein týðandi leiklut hjá Fiskasøluni. Nærum allur kongafiskurin undir Føroyum verður virkaður á føroyskum virkjum og seldur sum fesk fløk til europeiska brúkaran. Frá at verða ein vinna, hvørs høvuðsinntøka var studningur, er kongafiskiskapurin í dag burðardyggur, bæði fyri skip og virkir.
Seinnu árini er ein alt ov stór mongd av føroyska fiskinum útfluttur til virkingar í øðrum londum. Hetta er ein hóttan ímóti føroysku fiskivinnuni og mugu vit loysa henda trupulleikan ongantíð ov skjótt. Á sama hátt sum virkir innan ES felagsskapin ikki kunnu yvirliva uttan føroysku rávøruna, kunnu vit føroyingar enn minni yvirliva, uttan sjálvir at gagnnýta okkara tilfeingi.
Rækjurnar
Rækjufiskiskapurin, sum tók seg upp í 70´unum, hevur stóran týdning fyri virksemið hjá Føroya Fiskasølu. Rækjurnar umboða í dag 25% av samlaða umsetninginum hjá Fiskasøluni. Rækjubátarnir Hviltenni, Arctic Viking, Ocean Castle og Gilstón hava samstarvað við Fiskasøluna í nógv ár.
Hesi flótandi matvøruvirkir framleiða eina liðugt pakkaða vøru til brúkaran. Størsti parturin av kókaðu rækjunum verður í dag seldur til Svøríki, Russlands, Kina og Fraklands. Fiskasølan hevur lagt nógva orku í at uppbyggja ein nýggjan markna í Russlandi og Kina til føroysku rækjuskipini, sum fiska við Flemish Cap.
Hægsti prísurin fæst fyri reyðu stóru rækjurnar úr Eysturgrønlandi, sum verða liðugt pakkaðar umborð beinleiðis til japanska brúkaran. Tær smærru rækjurnar frá rækjubátunum, sonevndu ídnaðarrækjurnar, verða í stóran mun pilkaðar á rækjuvirkinum hjá P/F O. C. Joensen á Oyri.
Við nágreiniligum framleiðslufyriskipanum, reglugerðum og góðskueftirliti Fiskasølunnar verður tryggjað, at brúkarin altíð fær eina dygdargóða og vælsmakkandi rækju, tá vørumerkið FAROE stendur á eskjuni.
Á dótturfelagnum hjá Fiskasøluni í Danmark verða umleið 1.200 tons av kókaðum rækjum pakkaðar til marknaðirnar í Russlandi, Kina, Frakland, Svøríki v.m.
Síðan rækjuvirkið á Oyri fór undir rækjuframleiðslu í 1987, hevur Føroya Fiskasøla staðið fyri søluni, serliga til enska marknaðin. Umframt pilkaðar rækjur verða jákupskeljar eisini framleiddar á skeljavirkinum á Oyri, og hevur skeljabáturin Norðheim troytt jákupskeljastovnin undir Føroyum við skynsemi seinastu 25 árini.
Laksurin
Føroya Fiskasøla var við frá byrjan, tá alivinnan tók seg upp í Føroyum, og hevur Fiskasølan síðani útflutt alilaks kring heimin. Eisini innan vørumenningina av laksaúrdráttum er Fiskasølan ein av fremstu fyritøkunum í Føroyum. Frystar og feskar laksaportiónir verða framleiddar í Vestmanna og á Glyvrum fyri Fiskasøluna. Útlitini fyri øktum virksemi innan laksaframleiðsluna eru góð og Fiskasølan leggur stóra orku í at uppbyggja nýggjar marknaðir fyri laksaúrdráttum virkaðir á føroyskum virkjum.
Føroya Fiskasøla eigur partapening í alibrúkinum East Salmon P/F í Klaksvík.
Framtíðin
Í 1997 varðveitti Føroya Fiskasøla sín marknaðarpart upp á 50% av føroyska útflutninginum av fiskavørum framleiddar úr botnfiskasløgunum. Fiskasølan seldi fyri 875 milliónir krónur ella eina bingju av fiski um tíman, hvønn arbeiðsdag í fjør.
Í dag er fíggjarliga styrkin hjá Føroya Fiskasølu endurreist og hevur Fiskasølan víðar fíggjarkarmar hjá bankum í Føroyum og uttanlands. Raksturin av Føroya Fiskasølu er í dag burðardyggur og útlitini fyri 1998 eru góð.
Føroya Fiskasøla hevur eitt sera fjølbroytt vøruúrval, sum byggar á ein breiðan skara av framleiðslueindum. Í alt framleiða umleið 42 ymisk skip og virkir vørur fyri Føroya Fiskasølu. Kundarnir eru somuleiðis nógvir og fjølbroyttir. Í fjør útflutti Fiskasølan vørur til 22 ymisk lond kring heimin. Høvuðsparturin verður útfluttur til ES-londini.
Felagið hevur ætlanir um at betra og økja samstarvið við føroysku fiskivinnuna við tí endamáli at styrkja støðu felagsins á føroyska marknaðinum. Á altjóða marknaðinum er Fiskasølan framvegis ein stór fyritøka innan fiskivinnuna, sum útvegar viðskiftafólki okkara vørur og tænastur á kappingarførum støði.
Í dag útflytur Føroya Fiskasøla føroyskan fisk, veiddur av føroyskum skipum og føroyskari manning, landaður til føroysk virkir, skorin av føroyskum flakafólki, seldur av føroyingum og á føroyskum søluskrivstovum í Europa. Við sjálvir at veiða, virka og marknaðaføra fiskin fáa føroyingar mest burturúr tilfeinginum kring oyggjarnar. Føroya Fiskasøla hevur ongar ætlanir um at útflyta heilan fisk til virkingar uttanlands.
Føroya Fiskasøla vil framhaldandi verða fremsti føroyski fiskaútflytarin komandi árini og standa á odda fyri marknaðarføring og menning av føroyskt virkaðum fiskavørum.