Á Føroya syðsta punkti

Syðsta punkt í Føroyum er Sumbiarsteinur ella Munkurin, sum liggur fimm kilometrar sunnan fyri Akraberg. Hann er størsti steinurin á Flesjunum. Hinar flesjarnar eita Sumbiarfles, Miðjufles, Bøllufles og Stórafles.

 

Sumbiarsteinur, 11 metrar høgur, er tann hægsti og stendur eitt sindur burtur frá hinum Flesjunum.

 

Í síðstu viku fóru tveir føroyingar suður í eini roynd at koma upp á Sumbiarstein. John Petersen og Petur Martin Johannesen, sum báðir eru vanir at klintra ymsa staðni í Føroyum, settu sær fyri at koma upp á 11 metra høga steinin.

 

Har er sera streymhart og sjálvt í góðum veðri er ikki óvanligt, at tað brýtur tvørtur yvir steininum, so tað var ein avbjóðing at koma upp á steinin.

 

Teir báðir høvdu myndatólið við og hava gjørt ein stuttan film um túrin

 

Áður hevur Sumbiarsteinur itið Munkurin, men síðani hann fall umleið ár 1884/1885, hevur navnið Sumbiarsteinur vunnið hevd. Munkurin var 21 metrar høgur, áðrenn hann fall. Søgan sigur, at súlan eisini reiðraðist har suðuri tá.

 

 

Søgufrøðingar siga, at í gomlum døgum var sagt, at so leingi sum Munkurin stóð, fór katólska trúgvin at vera ráðandi í útnyrðingsevropa. Munkurin er fallin, men satt at siga hevði katólska trúgvin langt síðani mist fótafestið her norðuri til ta tíð.