Seinastu 12 árini hevur Hans Petur í Brekkunum staðið á odda fyri virkseminum í Føroyahúsinum, sum er á Vesturbrúgv í Keypmannahavn. Men nú takkar hann fyri seg sum leiðari fyri heldur at leita eftir nýggjum avbjóðingum.
Í hesum sambandi varð skipað fyri almennari móttøku í Føroyahúsinum leygardagin. Nógv fólk var møtt upp, og nøkur teirra nýttu høvið at siga nøkur orð á talarastólinum um týdningin og leiklutin hjá Hans Petur í Brekkunum í Føroyahúsinum.
12 hendingarík ár
Hans Petur í Brekkunum lýsir tey seinastu 12 árini sum góð og tíðarkrevjandi.
- Tað hava verið nøkur sera góð ár á einum super góðum arbeiðsplássi við fittum fólki, sigur Hans Petur, sum hevur brúkt nógvar tímar í Føroyahúsinum.
- Føroyahúsið hevur jú fylt alt hjá mær. Tað hevur verið í høvdinum allatíð, og eg havi ongantíð ordiliga havt frí. Tað hevur so eisini gingið eitt sindur út yvir familjuna. Men tey hava verið tolin, so eg vóni, eg fái meira tíð til familjuna nú um kvøldarnar og um vikuskiftini.
Fíggjarliga grundarlagið styrkt
Nógv er hent hesi 12 árini, og tí eru tað eisini nøkur avrik, sum fara at standa eftir í minninum.
- Tað eydnaðist at fáa styrkt tað fíggjarliga grundarlagið hjá húsinum, soleiðis at búskapurin nú er stabiliseraður. Vit hava eisini gjørt broytingar við upplatingartíðunum í húsinum, og hava funnið ein meira modernaðan máta at skipa tiltøkini her, sigur Hans Petur í Brekkunum.
Frá tónleikara til leiðara
Áðrenn Hans Petur í Brekkunum bleiv settur sum leiðari í Føroyahúsinum royndi hann seg sum yrkistónleikara. Sum saxofonistur gjørdi hann serliga um seg við útgávuni “Sooner or later” í 2002, og hann er útbúgvin frá Rútmiska Musikkonservatioriinum í Århus. Aftaná nøkur ár bleiv hann tó troyttur av tónleikalívinum og valdi tí at flyta til Keypmannahavnar.
- Eg minnist, at eg hugsaði, at leiðarastarvið í Føroyahúsinum kundi verið rættiliga spennandi. Eg haldi, tað gekk hálvtannað ár, og so bleiv tað lýst eftir nýggjum leiðara. Restin er søga, flennir hann.
Umvælingarnar endiliga liðnar
Tiltakið leygardagin var serliga serstakt, tí Føroyahúsið endiliga tók ímóti gestum aftur aftaná umfatandi umvælingar. Einki virksemi hevur verið í húsinum í meira enn eitt ár, burtursæð frá ólavsøkutiltakinum, sum kravdi undantaksloyvi.
Fyrireikingarnar til umvælingarnar byrjaðu fyri seks árum síðani, tá Hans Petur í Brekkunum saman við góðum kreftum málrættað fór í gongd við at nútímansgera húsini.
- Hølini vóru gomul, niðurslitin og out of date uppá allar mátar. Tað var neyðugt at umvæla hølini, so tey kunnu liva upp til dagsins krøv í sambandi við tiltøk og annað virksemi, sigur Hans Petur í Brekkunum og útdýpir.
- Næsta ár hevur Føroyahúsið verið á hesari adressuni í 30 ár. So kanst tú ímynda tær, hvussu tað sær út, tá mann hevur hildið til eitt stað í 25 ár, sum er blivið so nógv brúkt.
Hóast tað hevur tikið fleiri ár at fingið fígging til umvælingarnar, er alt nýtt í Føroyahúsinum nú - køk, vesi, vindeygu, inventar, teknisk útgerð og so framvegis.
- Nú vóni eg, at hendan umvælingin fer at halda eini 20 ár aftrat til tey, sum fara at rokast her í framtíðini, sigur Hans Petur í Brekkunum.
Sí myndir frá móttøkuni leygardagin her:
##ms##
Les eisini: - Øll skulu føla seg heima í Føroyahúsinum