-Føroyar eru eitt ógvuliga lítið ferðamannaland

Hóast talið av ferðafólki, sum koma til Føroya, er vaksandi, so skulu Føroyar ikki meta seg sum nakran risa í ferðavinnu høpi. Hetta sigur Anders Sørensen frá Bornholms Forskningscenter, ið hevur gjørt eina frágreiðing um føroysku ferðavinnuna

 

Hesi seinastu tvey árini hevur Bornholms Forskningscenter kannað føroysku ferðavinnuna. Úrslitið av kanningunum eru tvær fylgjandi frágreiðingar. Talan er um sokallaðar ?Steam? rapportir. Hetta slagið av frágreiðinum verður nýtt í nøkrum øðrum londum eisini. Hini londini, har ?Steam? frágreiðing er gjørd, eru m.a. Suður Afrika, Skotland og England. Hetta slagið av kanningum er rættiliga sermerkt, og byggir hetta á formlar, sum kanska ikki ein og hvør dugur at skilja. Í Føroyum hava Petur Zachariassen, Jógvan Mørkøre og Bjarni Olsen mett um frágreiðingin er eftirfarandi. Tað var Ferðaráð Føroya, sum heitti á hesar tríggjar at hyggja nærri at frágreiðingini, tá hesir verða mettar sum serkønir.

Anders Sørensen, sum umboðaði Bornholms Forskningscenter á einari verkstovu í vikuni, sigur, at teir í einari slíkari kanning royna at hava lokala servitan við í kanningararbeiðinum, og tað hava teir eisini gjørt hesuferð.

Henda seinasta ?Steam? frágreiðingin er gjørd útfrá kanningum og hagtølum í tíðarskeiðinum mai 2000 til apríl 2001. Samanborið verður í seinastu frágreiðingini við hina undarfarnu frágreiðingina, sum varð gjørd fyri tíðarskeiðið mai 1999 til apríl 2000.

Høvuðstølini vísa eisini eitt rák, sum sigur okkum so mikið, at fleiri fólk leggja leiðina til Føroya. Talið av ferðandi til Føroya er, sambært frágreiðingini, voksið við 21 %, og nýtslan er voksin við 12%.

Hóast positivu gongdina, so heldur Anders Sørensen framvegis, at Føroyar eru at meta sum eitt lítið ferðavinnuland. Hann sammetur Føroyar við Bornholm, sum hevur fleiri enn 500.000 ferðandi um árið. Greitt er sjálvandi, at Bornholm hevur ávísur fyrimunir í mun til Føroyar, men Anders Sørensen heldur framvegis, at Føroyar eru lítið ferðamannaland.


Fylgja við

Henda seinasta frágreiðingin er sum áður nevnt skrivað útfrá tíðarskeiðinum mai 2000 til apríl 2001. Anders Sørensen sigur, at talan er um eina sokallaða kvantitativa og representativa kanning, sum fyrst og fremst vísir á, hvussu rákið er.

-Tað er torført at koma við teimum hundrað prosent røttu tølunum, tá vit ikki spyrja hvønn einasta ferðandi, um hvør hann ella hon er, ella hvat hann ella hon nýtir av pengum.

Frágreiðingin byggir á hagtøl og kanningararbeiði. Kanningararbeiði er serliga gjørt við at nýta spurnarbløð. Eisini eru hagøtl savanaði ymstastaðni frá.

- Alt í alt eigur henda frágreiðingin at vísa eina mynd, hvussu støðan er hjá ferðavinnuni í Føroyum. Somuleiðis eigur frágreiðingin at siga, hvussu rákið er, sigur Anders Sørensen, sum er útbúgvin fólkalívsfrøðingur.


Beinleiðis og óbenleiðis

À tí fíggjarligu síðuni ger henda seinasta kanningin upp, hvat hesi hesi góðu ferðafólk leggja eftir seg, t.e nýtslan hjá teimum, sum í frágreiðingini verður rópt beinleiðis nýtsla. Somuleiðis verður vist á ta sokallaðu óbeinleiðis nýtsluna, sum hesi somu ferðandi hava.

Beinleiðis nýtslan byggir eisini á kanningar við spurnarbløðum og somuleiðis eisini hagtøl.

Hin faktorurin, nevniliga tann óbeinleiðis nýtslan, er heldur torførari at máta, men hetta byggir í høvuðsheitum á tær íløgur og tann kostna, sum verður knýttur at árinunum av ferðavinnuni. Hetta snýr seg eitt nú um byggingar- og umvælingararbeiði, sum kann verða sett í sambandi við hesi somu ferðandi.

Bæði tann beinleiðis og óbeinleiðis nýtslan eru voksnar ávíkavíst 11 og 12 prosent. Samlaða effektin er, sambært frágreiðingini, 183 mío kr.

Tað skal viðmerkjast í hesum sambandi, at inntøkur frá ferðaseðlum ikki eru við í tølunum yvir fíggjarligu effektina.

Fleiri vilja vera við, at hetta talið, 183 mío, eigur at verandi munandi hægri. Anders Sørensen avvísir heldur ikki, at tølini kanska eru hægri, men frágreiðingin er bygd á rættiliga ?konservativ tøl?, og tað er fyrst og fremst rákið, sum vit eiga at leggja okkum eftir, sigur Anders Sørensen.


Útisetar

Hyggja vit nærri eftir teimum, sum ferðast til Føroya, so sæst, at talið er hækkað við 9% í mun til seinastu frágreiðingina hjá. Frá mai 2000 til apríl 2001 hava 40.481 vitja oyggjarnar. Broytingin skyldast, sambært Anders Sørensen, mestir einari øking av sokallaðum feriugestum. À øllum økjum uttan tí, sum verður rópt ?Ikke-serviceret indkvartering? er ferðafólkatalið hækkað.

Tað, sum kanska er eitt sindur misvísandi, er, at av teimum gott 41.000 ferðandi, so eru 17.382 av teimum ferðandi, ið verða bólkaði undir ?ophold og familie og venner?. Hetta tal er sett at vera konstant fyri hesar báðar seinstu frágreiðingarnar. Bróðurparturin av hesum fólkunum eru mestir útisetar, har kanska størsit parturin er lesandi og føroyingar, sum starvast í øðrum londum.