Føroyar vunnu 3-0 á Liktinstein

Beinleiðis frásøgn: Til ber at fylgja landsdystinum móti Liktinstein beinleiðis her

Føroyska a-landsliðið í fótbólti, spælir í dag landsdyst móti Liktinstein í spanska býnum, Marbella, har Føroyar ta seinastu vikuna hava verið á venjingarlegu.

 

Dysturin byrjar klokkan 17:00, og til ber eisini at síggja dystin beinleiðis gjøgnum heimasíðuna hjá Fótbóltssambandinum. Tað ber til við at trýsta á her.

 

 

Føroyar – Liktinstein 3-0 (1-0)

1-0 Kaj Leo í Bartalsstovu, 11.

2-0 Brandur Hendriksson Olsen, 80.

3-0 Sonni Ragnar Nattestad, 85.

 

 

90 min – liðugt: So bríkslaði dómarin av fyri seinastu ferð. Endaliga úrslitið var, at Føroyar vunnu ein sannførandi 3-0 sigur, eftir hálvleiksstøðuna 1-0. Kaj Leo í Bartalsstovu legði í fyrra hálvleiki Føroyar á odda 1-0 og seinastu 10 minuttirnar av dystinum øktu Brandur Hendriksson Olsen og Sonni Ragnar Nattestad til 2-0 og til 3-0. Sum heild var dyst, har fyrri hálvleikur var meira javnur, men har Føroyar í seinna hálvleiki vóru greitt omaná.

 

89 min: Fyri tveimum árum síðani vóru Føroyar eisini á odda 3-0 móti Liktinstein, men móti endanum eydnaðist tað Liktinstein at skora tvey mál, soleiðis at dysturin tá endaði við 3-2 sigri. Men hesa ferð liggur ikki í lutini at Liktinstein skal fáa nakað mál. Talan er um gott føroyskt avrik.

 

MÁÁL, 3-0 til Føroyar, 85 minuttir, Sonni Ragnar Nattestad: Nú er Føroyar á odda 3-0. Eftir eitt langt hornaspark úr høgru síðu, endaði bólturin hjá Gunnar Vatnhamar við handaru stong. Hann skallaði bóltin inn aftur fyri málið, har Sonni Ragnar Nattestad var hægstur og stútaði bóltin til 3-0.

 

84 min: Nú var um reppið at blíva 3-0 til Føroyar. Klæmint A. Olsen kom púra fríur móti málverjanum hjá Liktinstein, men rakti í málverjan, soleiðis at bólturin fór til hornaspark.

 

MÁÁL, 2-0 til Føroyar, 80 minuttir, Brandur Hendriksson Olsen: So er 2-0 til Føroyar, og dysturin helst eisini avgjørdur. Málið kom eftir gott føroyskt uppspæl úr vinstru síðu, har Klæmint A. Olsen spældi ein bólt heilt yvirum í hina síðuna til Kaj Leo í Bartalsstovu, sum dró inn í vøllin og spældi hann fyri føturnar á Brandi H. Olsen, sum smekkaði hann í málið til 2-0. Flott mál!

 

75 min: Brandur Hendriksson Olsen royndi seg nú við einum beinleiðis frísparki, sum broytti kós í luftini og mundi snýtt málverjan hjá Liktinstein. Føroyar gera harafturat sína sættu útskifting í dystinum – René Shaki Joensen kemur á vøllin fyri Rógva Baldvinsson.

 

73 min: Nú hevur Liktinstein havt bestu møguleikan hjá teimum í dystinum. Møguleikin kom eftir at Alex Mellemgaard fór skeivur av einum bólti og gleið. So gekk skjótt – ein leikari hjá Liktinstein slapp avstað, og spældi ein annan sum var fríur, men tíbetur bjargaði Teitur M. Gestsson royndini væl í føroyska málinum.

 

67 min: So gera Føroyar sína fimtu broyting í dystinum. Klæmint A. Olsen kemur á vøllin fyri Jóan Símun Edmundsson.

 

64 min: Føroyska liðið er annars greitt omaná leikliga. Liktinsteinska blaðið "Vaterland" skrivaði í steðginum, at talan var um eina hepna føroyska leiðslu, so ymiskt síggja fólk ein fótbóltsdyst.

 

63 min: Føroyar vóru júst við at hava ein risa møguleika, men tíverri spurdist einki burturúr. Gunnar Vatnhamar breyt ígjøgnum í høgru síðu og smekkaði gott innlegg inn fyri, har Gilli R. Sørensen kom við fullari ferð. Men Gilli R. Sørensen var akkurát ov stuttur til at fáa fótin á bóltin.

 

58 min: Liktinstein hevur nú havt sína fyrstu atsókn mótvegis føroyska málinum í seinna hálvleiki. Men skotið fór langt framvið føroyska málinum.

 

55 min: Føroyska liðið hevur fingið eina góða byrjan uppá seinna hálvleik, og er í løtuni greitt omaná leikliga.

 

51 min: Annars verður nú sagt, at talan ikki er um fyrsta a-landsliðsmálið hjá Kaj Leo í Bartalsstovu allíkavæl. Kaj Leo í Bartalsstovu kom á máltalvuna móti Liktinstein fyri tveimum árum síðani í einum dysti, sum Føroyar tá vunnu 3-2.

 

50 min: Føroyar hava júst havt ein fínan málmøguleika. Jóan Símun Edmundsson spældi væl til Brand H. Olsen, sum skeyt beint á málverjan hjá Liktinstein.

 

48 min: Føroyska uppstillingin sær tí nú soleiðis út. Teitur M. Gestsson – Gunnar Vatnhamar, Odmar Færø, Sonni Ragnar Nattestad, Alex Mellemgaard – Kaj Leo í Bartalsstovu, Sølvi Vatnhamar, Rógvi Baldvinsson, Gilli R. Sørensen – Brandur H. Olsen – Jóan Símun Edmundsson.

 

46 min: So byrjaði seinni hálvleikur aftur í Marbella millum Føroyar og Liktinstein. Í hálvleikinum hevur Lars Olsen framt broytingar á føroyska liðnum. Sonni Ragnar Nattestad, Sølvi Vatnhamar, Brandur H. Olsen og Gunnar Vatnhamar eru komnir inná føroyska liðið. Út fyri teir eru farnir Atli Gregersen, Jónas Tór Næs, Hallur Hansson og Patrik Johannesen.

 

45 min - hálvleikur: So bríkslaði dómarin til hálvleik í Marbella, har hálvleiksstøðan er 1-0 til Føroyar. Málið kom eftir 11 minuttum, tá Kaj Leo í Bartalsstovu skoraði eftir eitt langskot. Fáir stórir málmøguleikar hava verið í fyrra hálvleiki. Føroyar eru sum heild meira á bóltinum, meðan Liktinstein dúvar meira uppá egna organisatión og verjuspælið. Tó hevur Liktinstein eisini havt einstakar royndir uppá føroyska málið.

 

38 min: Føroyska liðið hevur trýst Liktinstein seinastu løtuna, har Føroyar hava havt fleiri hornaspørk. Men eingin vandamikil møguleiki er spurdur burturúr trýstinum.

 

33 min: Nú var um reppið at tað eydnaðist Liktinstein at javna eftir eina frálíka væl spælda frísparkskombinatión, sum lumpaði tað føroyska liðið. Men skotið fór framvið málinum. Eftir støðuna vildu leikararnir hjá Liktinstein vera við, at teir vóru snýttir fyri brotsspark í skotroyndini.

 

31 min: So vóru Føroyar nær við at økja til 2-0. Tað var Hallur Hansson, sum kom í góða støðu, men málverjin hjá Liktinstein bjargaði royndini. Talan var um væl spælt føroyskt álop.

 

25 min: Liktinstein er ikki heilt vandaleyst. Higartil hava teir átt tríggjar tær seinastu royndirnar í dystum, men felags fyri tær allar er, at talan hevur verið um royndir, sum ikki hava verið so vandamiklar.

 

21 min: So hevði Liktinstein aftur eina roynd, sum tó ikki var so vandamikil. Talan var um eitt frísparksinnlegg, sum var skallað framvið føroyska málinum.

 

17 min: So hevur Liktinstein havt fyrstu skotroyndini, men talan var ikki um serliga vandamiklan møguleika, sum Teitur Gestsson ongan trupulleika hevði við at bjarga.

 

12 min: Talan er um fyrsta landsliðsmálið hjá Kaj Leo í Bartalsstovu nakrantíð. Tað var tað eisini hjá Atla Gregersen hósdagin, tá hann skoraði móti Lettlandi. So bæði málini sum higartil eru komin av túrinum, eru skoraði av gøtumonnunum, Atla Gregersen og Kaj Leo í Bartalsstovu, sum hava skotið sítt fyrsta mál á landsliðnum nakrantíð.

 

MÁÁL, 1-0 til Føroyar, 11 minuttir, Kaj Leo í Bartalsstovu: So bragdaði hjá Føroyum at leggja seg á odda 1-0. Málið kom eftir gott og tolið uppspæl frá Føroyum, sum endaði við at Kaj Leo í Bartalsstovu kom í góða skotstøðu. Kaj Leo í Bartalsstovu smekkaði bóltin úr eini 20 metrum, uttan møguleika hjá málverjanum hjá Liktinstein. 1-0 til Føroyar!

 

10 min: Liktinstein liggur djúpt á egnari hálvu og verjir, og er tað tí trupult hjá føroyska liðnum at sleppa at spæla á seinasta triðinginum hjá mótstøðuliðnum. Men føroyska liðið er tolið til at koyra bóltin runt.

 

5 min: Enn hevur eingin stórvegis málmøguleiki verið, men føroyska liðið hevur verið tað av liðunum, sum hava trýst meira fyrstu løtuna. Higartil hevur ikki meira spurst burturúr enn hornaspørk og fríspørk, sum tó ikki hava verið vandamikil.

 

1 min: Frá upprunaligu byrjunaruppstillingini er ein broyting framd á føroyska liðnum. Tað er at Teitur M. Gestsson úr HB verjir føroyska málið ístaðinfyri Gunnar Nielsen, sum eftir ætlan skuldi byrja hendan dystin. Gunnar Nielsen er í løtuni darvaður av skaða.

 

Føroyska liðið:

Teitur M. Gestsson – Jónas Tór Næs, Atli Gregersen, Odmar Færø, Alex Mellemgaard – Kaj Leo í Bartalsstovu, Hallur Hansson, Rógvi Baldvinsson, Gilli R. Sørensen – Jóan Símun Edmundsson – Patrik Johannesen