Í kvøld hevur unglingalandsliðið í badminton hjá Føroyum í aldursbólkunum U13, U15 og U17 spælt landsdyst ímóti Íslandi. Føroyar vunnu allar tríggjar dystirnar. Ein liðdystur fyri blandað lið er einmansleikur og tvímansleikur fyri kvinnur og menn og ein blandaður tvímansleikur.
U13
Liðið varð mannað av Adhyu Nandi HBF, Bjarnhild í Buð Justinussen KBF, Aron Kennson ÍF, Nóa Eyðsteinsson MBF og Silas Jacobsen KBF. U13 spælararnir vunnu allar sínar dystir 2-0. Úr Íslandi verður sagt, at tað var stórur munur í hesum aldrusbólkinum.
U15
Liðið varð mannað av Ari Nandi HBF, Rúni Øster HBF, Miriam í Grótinum HBF og Lena Maria Joensen KBF. U15 vann fýra av fimm dystum, og vunnu landsdystin 4-1. Stórur munur var á liðunum. Eitt nú varð dysturin í einmansleiki vunnin 21-1 og 21-3.
U17
Liðið varð mannað av Ari M. Jacobsen KBF, Jónas Djurhuss HBF, Árant á Mýrini MBF, Mona Rasmusdóttir ÍF og Sissal Thomsen HBF. Hetta varð mest spennandi dysturin. Liðini skiftust um at vinna sínar dystir, so alt skuldi avgerast í seinasta dystinum í blandaðum tvímansleiki.
Talan blleiv ein sannur gysari. Í báðum settunum vóru Mona Rasmusdóttir og Árant á Mýrini aftanfyri, men tey kláraðu at kempa seg upp aftur, og vinna settini og harvið dystin. Dysturin endaði 25-23 og 23-21. U17 liðið vann sostatt 3-2 á Íslandi
- Hetta hevur verið ein sera góður dagur fyri føroyskt badminton og okkara ungu spælarar. Eg eri sera stoltur av teimum, og hetta lovar gott fyri framtíðina, sigur ein fegin formaður í badmintonsambandi Føroya, Erik Engelbrecht Thomsen.
Í morgin byrjar kappingin Reykjavík International Games.