Seinnapartin klokkan 16 verður finalan í firmakappingini hjá Rás2 millum Tórshavnar Sløkkilið og byggifelagið Articon. Kappingin verður avgreidd á fyrstu hædd í Miðlahúsinum, og verður varpað beinleiðis út til lurtararnar.
Heili 53 fyritøkur/arbeiðspláss hava tikið lut í firmakappingini, sum er ein spurnarkapping, har kappast verður eftir tí sokallað cup-leistinum inntil bert tvær fyritøkur eru eftir.
Í tí stóra og heila eru føroyingar sera glaðir fyri spurnarkappingar, og dámar lurtarunum væl at gita við, tá kappingar eru á skránni.
Seinnu árini hava tær sokallaðu pub-quizirnar eisini fingið stóra undirtøku kring landið. Føroysk borðspøl við nógvum spurningum hava eisini verið væl seld seinnu árini.
Á myndini sæst Reyni Service, sum vann firmakappingina í 2011. Mekaniska deild hjá Atlantic Airways vann kappingina í 2012, P/F Poul Hansen vann kappingina í 2010, og Tryggingarfelagið Føroyar vann kappingina í 2009.