Føroyingar gerast ríkir av svenskum nethandli

Svenska fyritøkan Nature?s Own nýtir sokallaðan nethandil sum søluhátt. Skipanin byggir á ein framferðarhátt, sum minnir um gomlu pyramiduspølini, men fyritøkan vil ikki hava hetta heitið sitandi á sær.Tað ber til at vinna nógvan pening,ogfleiri enn 400 føroyingar sigast at vera við. Sosialurin var við, tá nýggir seljarar skuldu fáast við

 

Keyp ein startpakka. Keyp síðani ein pakka afturat, og so fá tvey onnur at gera tað sama, so kanst tú skjótt vinna nógvan pening og fáa frálíka góðar vørur. Soleiðis ljóðar uppskriftin sagt einfalt.

Talan er um sokallaðan nethandil. Hetta slagið av handli er kent uttanlands, og er nú eisini komið til Føroya. Tað skal sigast, at tá tosað verður nethandil, so verður ikki hugsað um Interenethandil, hóast Internetið kann spæla ein leiklut. Tað var í 1999, at hetta byrjaði í Føroyum. Eftir hvat Sosialurin skilur, so vóru tað fólk úr Norra, sum fingu fyritøkuna til Føroya.

Tað, sum rennur teimum flestu til hugs, tá greitt verður frá tílíkum er pyramiduspøl. Skipanin, sum verður nýtt at selja og útbreiða vørurnar , byggir á sokallaðan ?beinleiðis handil?, sum snýr seg um at beinleiðis samband millum seljarar og keyparar.

Tað er ein svensk fyritøka, sum hevur fingið nethandil til Føroya. Talan er um fyritøkuna Nature?s Own, sum framleiður og selur heilsuvørur. Fyritøkan varð sett á stovn í 1994 av Magnus Ahlén og Lars Múrbeck, og byrjaði fyritøkan við at nýta sama søluhátti, ið vit eitt nú kenna frá Tupperware. Hetta uppgóvu teir tó skjótt og fóru yvir til at selja gjøgnum nethandil. Fyrtøkan er ikki tann einasta fyritøkan, ið nýtir henda søluhátt. Hetta slagið av handli sigst at vera sera skjótt vaksandi. So skjótt vaksandi, at nethandil, sambært føroyskum seljarum, veksur skjótari enn sjálvt KT-vinnan.


Innviklað

Sum áður nevnt, so er framferðarhátturin hjá Nature?s Own sprotin burturúr ?Beinleiðis handli? ella ?direct sales?, sum tað verður rópt á enskum. Enska heitið fyri nethandil er ?Network Marketing?.

Skipanin hjá Nature?s Own byggir fyrst og fremst á beinleiðis sølu. Seljararnir fáa vørurnar beinleiðið frá fyritøkuni í Svøríki. Vit skuluher gera eina roynd at greið frá skipanini:

Tá tú ?byrjar? í fyritøkuni , so skatl tu keypa ein ?startpakka?. Hesin kosar umleið 300 kr. Allir prísir eru upprunarliga í svenskum krónum, soleiðis at tað er eitt sindur ymiskt, hvat kostnaðurin er, tá ein í Føroyum móttekur pakkan. Hetta gevur tað rætt at keypa frá fyritøkuni, men hetta gevur tær ikki rættindi til at vera seljari ella distributør, sum eitur á fremmandamáli.

Fyri at gerast seljari, og harvið fáa møguleikan at vinna pening, so skalt tú keypa entin ein singul ella ein trippel pakka. Singel pakkin kostar uml. 1800 kr., og trippel útgávan kostar umleið 3500 kr.

Tað er eftir at hava keyptein av hesum pakkum, at tú fært møguleikan at vinna pening burtur. Lykilin til at vinna pening er at fáa onnur at koma uppí. Fært tú tvey onnur at koma uppí, so fært tú 504 kr. frá fyritøkuni. Hesi skulu sjálvandi eisini keypa sær ein singul ella trippel pakka, soleiðis, at hesi aftur finna tvey afturat, og hesi fær tann upprunaligi persónurin eisini pening fyri. Tað ber í veruleikanum til at vinna nógvar túsund krónurnur um vikuna, men hetta krevur eisini, at tú er virkin. Skipanin er eitt sindur innviklað, men tað snýr seg í roynd og veru um at fáa fleiri at gerast seljarar. Tey bæði fyrstu, sum hesin fyrsti spyr umboða hvør sítt bein. Peningurin, sum hesin fyrstu fær verður givin eftir, hvussu røsk hesi bæði beinini eru at selja og keypa. Tað er nemliga soleiðis, at fyri at vera verrandi í skipanin, so skalt tú keypa vørur fyri einar 700 kr. um mánaðin. Hetta er treytað av, um ein hevur keypt ein singul ella trippel pakka. Hvørt einkult keyp gevur síðani teimum omanfyri ein bonus stig. Alt eftir, hvussu nógv fólk eru undir tær, og hvussu nógv hesi somu keypa, so kanst tú vinna pening av Nature?s Own.

Tað mesta, sum tað ber til at vinna burturúr eru umleið. 9240 kr. um vikuna við hesum góðu tveimum beinum. Fert tú víðari og fær tær eitt ?triðja bein?, so ber til at vinna enn meira pening. Og sjálvandi eisini ber tað til at vinna enn meiri pening, um tú fær tær eitt fjórða, fimta..... bein.


Fáa seljarar

Henda dagin, sum Sosialurin var og kunnaði seg um Nature´s Own, var skipað fyri einum lítlari samkomu, har endámálið var at fáa nýggjar seljarar, umframt at kunna blaðmannin um virksemið.

Við borðið sita fýra menn, sum allir eru væl við í nethandlinum í Føroyum, ein komandi nýggjur limur og blaðmaðurin.

Greitt verður frá fyritøkuni, beinleiðis handli og vørunum. Tað trýtur ikki við lovandi orðum, søluevnini bila als einki hjá hesum monnum. Heldur innviklaða skipanin, sum roynt er at endur geva omanfyri, verður frágreidd, og tað er heldur ikki líkatil at fanga, hvussu hetta hongur saman.

Sagt verður, at fyritøkan virkar fyri betri heilsu. Vørurnar eru gjørdar úr natúrligum evnum einans. Talan er fyrst og fremst um heilsuvørur, men fyritøkan er eisini farin undir at framleiða vørur til bæði bil, bát og gólv.

Maðurin, sum fyri tað nógva hevur orðið hetta kvøldið, leggur dent á, at tú kemur sovandi til nakað innanfyri Nature?s Own, men leggur tú í, so ber til at vinna nógvan pening og samstundis fáa góðar vørur. Vørurnar siga teir vera í heimsklassa.

Menninir, sum stita rundamum borðið hetta kvøldið leggja dent á, at tað altíð ber til at koma burturúr skipanini.


Fleiri og fleiri

Nature?s hevur í longri tíð verið virkið í nógvum londum. Serliga í Norra vakti fyritøkan og framferðarhátturin ans hjá fjølmiðlunum. Millum annað varð nógv skrivað um, at norskir løgreglumenn vóru farnir uppí virksemi hjá fyritøkuni, og tað vildu myndugleikararnir steðga, men løgreglumenninir noktaðu fyri hesum.

Talið, sum lagt fram á samkomuni hetta kvøldið, er 400. Hetta er talið á føroyingum, sum eru við í felagnum. Hetta tal er tó óváttað. Virksemi hjá Nature?s Own í Føroyum veksur eftir øllum at døma skjótt, og tey, ið longu eru virkin stríðast eisin fyri at fáa fleiri fólk við. À samkomuni hetta kvøldið verður eitt pappír lagt fram, sum vísir at ?umboðini? hjá Nature´s Own í Føroyum ikki skulu gjalda meirvirðisgjald. Hetta verður eisini lagt fram fyri at vísa á, at talan er um lógligt virksemi. Bæði í Føroyum og uttanlands stríðast umboðini hjá Nature?s Own at beina fyri ákærunum um pyramiduspæl.

Eisini hetta kvøldið verður ákæran um pyramiduspæl víst aftur, og teir vísa á, at teir hava fingið gott orð fyri, at hetta er fult lógligt í Føroyum.

À samkomuni hetta kvøldið kom ein nýggjur uppí. Síðani eru enn fleiri komin afturat.