Føroyingar skulu lokkast heimaftur

Hesi næstu árini skal fráflytingin úr Føroyum vendast til tilflyting, hvur Sambandsflokkurin sett sær fyri. Fyrst og fremst skulu føroyingar fáast at støðast betri í Føroyum, eins og arbeiðsmegin skal hava best møguligu sømdir. Flokkurin staðfestir, at hóast búskaparligan vøkstur og trot á arbeiðsmegi, er fráflytingin úr Føroyum ikki vend til tilflyting. Tí heldur hann, at tað er neyðugt at kanna orsøkina til hetta og so at rætta teir skeivleikar. Í hesum sambandi ætlar flokkurin at tryggja, at vinnan fær tað arbeiðsmegina henni tørvar og tí skal latast upp fyri útlendskari arbeiðsmegi á ein skipaðan hátt. Men føroyingar skulu fáast heim aftur eftir lokna útbúgving og somuleiðis skulu føroyskir granskarar fáast heim úr útlondum.