Hesin føroyingurin tosaði føroyskt, og greiddi frá ymiskum, ið hann mintist frá tí tíðini, hann búði her heima.
Minnist meg rætt, hevur hann mest sum alla sína tíð búð í Danmark, hevur danska konu og børnini øll uppvaksin í Danmark, tey máttu ikki vaksa upp í Føroyum, tí so vóru tey oyðiløgd. Sum hann tosaði, skilti eg, at hetta var ein loysingarmaður, ein »tjóðskaparmaður«.
Tað eg festi meg við, var hvussu forhánisliga hann tosaði um ymiskt, og serliga »Eysturoynna« tað var nakað ræðuligt, nakað kolasvart, sum man ikki tordi at hyggja at, tað hevði so lítið virði, at tað var ikki hyggjandi at.
Tað, ið meg argaði mest, var hansara háðan móti »eysturoyingum«. Hesin maður var boðsendur at taka ímóti eini sømdargávu frá mentamálaráðharranum uppá 150.000 kr., fyri hvat?
Var tað fyri at verða tjóðskaparsinnaður, ella sum føroyingur í útlegd ella hvat? Hann hevur so ikki lagt rygg til í Føroyum.
Eg haldi, at Signar á Brúnni, mentamálaráðharri, mátti sæð onkran av okkara egnu líka væl skikkaðan. Vit eiga nakrar av allarbestu útróðrarmonnum her í oynni, sum rógva líka vestur um Mykines við smábátum, eitt nú Jonhar við Glúpi, bara fyri at nevna onkran. Skiparin á Boðasteini ið hevur brotið upp úr nýggjum, fyri ikki at tala um skiparnar á »Tróndi í Gøtu« ið fiskar 330-340 dagar um árið. Hettar eru bert nakrir menn, ið høvdu uppiborið eitt herðaklapp. Eysturoyggin hevur klára seg væl, so hon er einki at gera gjøldur burtur úr.
Nei, skalt tú tosa um tjóðskap og loysing og at ráða sær sjálvum, so skalt tú hava danska løn, danska konu og ikki um at tala danska pensión, tá kanst tú rópa hart og veipa við ørmunum.
Vinarligast
Dánjal Hansen