Føroysk arbeiðsmegi eigur at fáa framíhjárætt

Bjarni Djurholm, løgtingsmaður, og fyrrverandi landsstýrismaður við ábyrgd fyri Skálafjarðartunlinum, vil hava Kára P. Højgaard, landsstýrismann, at svara nøkrum spurningum, tá hann í morgin fer at greiða tingfólki frá verkætlanini viðvíkjandi Skálafjarðatunlinum.

Fyrst vil tingmaðurin hava at vita, hví arbeiðið at fíggja og gera undirsjóvartunnilin ikki er boðið út alment. Síðan vil hann hava at vita, um Landsverk tekur undir við verkætlanini, sum hon nú fyriliggur, og so spyr hann, hví tað er aðalráðið og ikki Landsverk, sum hevur arbeitt við verkætlaini.

– Nú skulu ráðgevararnir hjá IMR, sum sambært landsstýrismanninum hava arbeitt í trúnaði/loyndum, leggja fram ætlaða projektið viðv. undirsjóvartunn¬li¬num undir Tangafirði fyri løgtingsfólkum. Tað vekir ans, at tey, sum hava ráðgivið, skulu »selja« egið produkt undan ætlaðu undirskrivingini av sáttmálanum hósdagin komandi, sigur Bjarni Djurholm.

Teir átta spurningar, sum Bjarni Djurholm vil hava landsstýrismannin at greiða tingfólki frá í morgin og sum sambært honum eiga at verða svaraðir nøktandi, áðrenn undirskrivað verður, eru hesi:

1. Kann felagið leypa frá ætlanini at byggja og reka tunnilin?

Viðm.: Er talan um, at felagið fær einkarætt til at kanna um íløgan er áhugaverd, t.d. við at kunna leypa frá um eini 1 – 2 ár?

2. Eru ásetingar í sáttmálanum sum tryggja, at føroysk arbeiðsmegi (t.v.s. byggivinna, ráðgevar) í mest møguligan mun verður brúkt?

Viðm.: Vit kunna ikki áhaldandi lata útlendingum alt byggiarbeiði í Føroyum. Í hvussu so er eigur at verða tryggjað, at føroyskar fyritøkur í mest møguligan mun sleppa at bjóða uppá verkætlanina. Treytin fyri, at útlendskar fyritøkur kunna bjóða eigur at vera, at hetta verður í samstarvi við føroyskar fyritøkur. Hetta var galdandi bæði viðv. Vágatunnlinum og Norðoyatunnlinum.

3. Í hvønn mun skal landsstyrið góðkenna raksturin hjá felagnum?

Viðm.: Tað má ikki verða frí prísáseting, soleiðis at felagið einsamalt sleppur at avgera prísin at koyra ígjøgnum tunnulin. Hetta má verða undir strongum eftirliti.

4. Hvørjar ásetingar eru í sáttmálanum um viðlíkahald av anlegginum?

Viðm.: Her eigur at verða ásett, at føroyski vegamyndugleikin hevur heimild at áleggja felagnum forsvarligt viðlíkahald av tunnli og anleggi annars.

5. Hvør hevur ábyrgdina um tað hendur álvarsamt óhapp undir tunnilsgerðini?

Viðm.: Er felagið ført fyri at loysa slíka uppgávu og hvør hevur byggiváðan (byggirisiko), meðan anleggsarbeiðið fer fram?

6. Hvussu stórur verður eginkapitalurin í felagnum?

Viðm.: Eginkapitalurin má uttan nakra diskussion hefta fyri nevnda byggiváða. Tað mugu tí vera greiðar ásetingar í sáttmálanum um, at eigararnir av felagnum ikki í úrtíð kunna heva eginkapitalin úr felagnum. Letur tað seg gera, verður tað landsstyrið, sum í veruleikanum yvirtekur sama byggiváða so hvørt sum eginkapitalurin møguliga verður tikin úr felagnum.

7. Hevur felagið nøktandi eginkapital, soleiðis, at teir sum fáa hesa verkætlan veruliga taka ein váða á seg?

Viðm.: Er alt ella meginparturin lánikapitalur, kemur landsstýrið at standa sera veikt, um óhapp henda. Landsstýrið hevur – um óhapp henda – í veruleikan ongan reellan møguleika enn at taka um endan. Skal ein íleggari vænta at tjena pengar, skal hann eisini taka á seg eina veruliga risici. Annars er lítil meining við at lata einum útlendskum felag einkarættin til tunnilsgerðina.

8. Hvussu verða møguligar ósemjur millum felagið og landsstýrið avgreiddar?

Viðm.: Hvørji amboð hevur landsstyrið, um felagið ikki ger eftir boðum, sum landsstyrið og vegamyndugleikin geva? Hevur landsstyrið heimild at yvirtaka raksturin, um felagið munandi missheldur skyldur sínar?