Føroysk gudstænasta og konsert í Keypmannahavn

Nú ið Norðuratlantisku Mentanardagarnar verða hildnir á Ríkissjúkrahúsinum, verður føroysk gustænasta í kirkjuni á Ríkissjúkrahúsinum mikudagin 18. apríl kl. 14.

Við hesa gudstænastuna fer Bergur Jacobsen prestur at prædika, men har verður eisini nógvur tónleikur. Helgi Breiner Petersen fer at spæla uppá urguna, og songkvinnurnar Kristin Bæk og Daisy Johannesen syngja við hetta høvið.

Fríggjakvøldið 20. apríl kl.19.30 hevur Nolsøe duoin konsert í Samuelskirkjuni. Á skránni eru verk av m.ø. Bach, Händel, Kára Bæk og Knút Olsen.

Í duoini eru Elsebeth Pállsdóttir Nolsøe Lund sopran og Jóannes Nolsøe organistur.

Konsertin er ókeypis