Listafelagið vil gera føroyska list kenda uttan fyri norðurlond, og tí verður skipað fyri framsýning við samtíðarlist í Berlin. Við á framsýningini eru 24 listaverk, sum norðurlendsk úrtøkunevnd hevur sett saman. Tey eru Hanni Bjartalíð, Zacharias Heinesen, Hansina Iversen, Bárður Jákupsson, Rannvá Kunoy, Anker Mortensen, Amariel Norðoy, Hans Pauli Olsen, Torbjørn Olsen, Tróndur Patursson, Eyðun av Reyni og Ingálvur av Reyni.
Tá ið framsýningin letur upp, hevur Malan Marnersdóttir stutta framløgu, og Ernst Sondum Dalsgarð, tenorur og operesangari, framførir saman við klaverleikaranum, Kristin Stubbe Teglbjerg, brot úr nýggjum tónaverki hjá Tróndi Bogasyni
Í sambandi við listaframsýningina verður mentanarkvøld tann 3. juni kl. 19. Á skránni verður m. a. ljósmyndarøð við náttúrulýsingum eftir Inga Joensen og filmurin "Svartur sannleiki", ið Dánjal Højgaard og Hans Petur Hansen gjørdu um listamannin Ingálv av Reyni. Harumframt heldur Bárður Jákupsson fyrilestur um listamannin S. J. Mikines.
Framsýningin er opin frá 2. - 29. juni 2002 í Fellshus der Nordischen Botschaften, Rauchstrasse 1, Berlin - Tiergarten.