Føroyski flaggberin stríðist við tungar umstøður (FM1)

(OYL á FM1) Finn Ludvig fegnast um at verða valdur til flaggbera, men tað fjalir ikki vánaligu umstøðurnar hjá skjóting í Føroyum

##med2##

Kenslurnar eru blandaðar hjá Finn Ludvig hjá skjótilandsliðnum, tá FM1 hittir hann á fráfaringarmorgunmatinum hjá oyggjaleikahópinum í SMS.

Hann fegnast um at verða valdur at verða flaggberi hjá føroyska oyggjaleikahópinum til setanina í Gibraltar leygarkvøldið, men samstundis níva vánaligu umstøðurnar hjá føroyskari skjóting Finn Ludvig.

- Umstøðurnar eru tær somu sum til oyggjaleikirnar í 1989, og tað er syrgiligt, staðfestir Finn Ludvig. Vánaligu umstøðurnar gera eisini, at vit eru ikki førir fyri at kappast í trap, men bara í skeet. Og tað er júst í skeet, at Finn vónar, at Føroyar aftur gera ein vørr.

Men umstøðurnar á Sandvíkahjalla eru sera langt frá at verða oyggjaleikaklárar, slær Finn Ludvig fast.

Omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Finn Ludvig í SMS farna leygardag. 

(Samrøða við Finn Ludvig)