Lívsstílur
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Skitin og tvitin, kikkandi eftir ondini, standa 15 danskir KT-serfrøðingar, harav flestu teirra eru konufólk, við eini rætt og stara, meðan bóndin fær seyðin til høldar. Í ein heilan tíma hava tey tuskað runt eftir eini lítlari gongu í eini desperatari roynd at reka seyðin í rætt fyri at geva honum medisin.
Men tey hava ikki so mikið sum fingið eina ullarlagd í rætt og mugu geva upp. Fáar minuttir og nøkur bríksl seinni hevur bóndin við hundum sínum fingið allan seyðin í rættina og stendur klárur við medisininum. Danirnir eru málleysir. Standa bara og tiva, meðan teir býttisliga stara eftir hvørjum øðrum, um tað teir júst hava sæð.
- Tá tú veruliga skal uppliva nakað, so er tað ikki nokk at síggja tað. Tú skalt royna tað. Hetta sigur Brian Christiansen frá donsku adventure fyritøkuni CoastZone.
- Um vit tóku hesi fólkini út og vístu teimum ein bónda, ið rekur seyðin í rætt, so høvdu tey nikkað høviskliga, og sagt, at tað var spennandi, uttan veruliga at halda tað. Tá tú í staðin letur tey royna tað sjálvi, uppliva tey, hvussu torført tað í veruleikanum er. Tá tey so aftan á síggja bóndan gera tað við einans tveimum hundum, fáa tey eitt heilt annað upplivilsi og stóra virðing fyri tí, greiðir hann frá.
Sterkasta upplivingin
CoastZone er ein donsk fyritøka, ið skipar fyri eventum og teambuilding. Hetta ger hon við at bjóða fólkum og fyritøkum tær villastu upplivingarnar, náttúran hevur at bjóða. Ikki bara í Føroyum, men allastaðni í heiminum. Fjallaklintring, síging, watercast, hæddarlop, seyðarakstur og sightseeing eru millum upplivingarnar, fyritøkan bjóðar í Føroyum.
Rákið hitti Brian Christiansen og Thomas Liebe, ið báðir eru fyriskiparar og eigarar í fyritøkuni. Teir síggja troyttir út, tá vit vit sita við morgunborðið á Hotel Føroyum og njóta útsýnið yvir Havnina í morgunsólini.
Teir hava júst verið vertir fyri einum bólki av 135 KT-serfrøðingum frá donsku fyritøkuni 7N, har teir hava givið teimum tær sterkastu upplivingarnar, tú kanst ímynda tær í føroysku náttúruni.
- Vit skapa succéupplivingar, og tá menniskju uppliva nakað gott í felag, skapar tað menning, samanhald og loyalitet. Hetta er sera høgt í metum hjá nútímans fyritøkum, sigur Thomas Liebe.
Gloymdi heimurin
Tað er sunnudagur, og klokkan er júst farin av trý. Blonk andlitsbrá, ljóðleys geisp og tungur andadráttur fylla bussarnar, ið spakuliga smoyggja sær út á Oyggjarvegin av Hotel Føroyum og vestur á flogvøllin við 135 útlúgvaðum donskum ævintýrarum. Tey eru troytt. Ógvuliga troytt. Tey hava upplivað meira hesar seinastu 55 tímarnar, enn tey vanliga gera í fleiri ár, og allir sansir eru stimbraðir, so teir standa at bresta. Fyltir av upplivingum, ið føroyska náttúran hevur givið teimum.
Síðan fríggjamorgunin klokkan 11 hava tey klintrað í bjørgum, sigið í Fossá og á eystursíðuni á Nólsoynni, tveitt seg á sjógv úr mastrini á Norðlýsinum, tey eru tveitt úr einum skjóttgangandi báti og hava verið bjargað av tyrlu, eisini hava tey verið á Ennibergi, Slættaratindi, Við Gjógv, sæð Risan og Kellingina, fuglabjørg, rikið seyð, roynt føroyskar kappróðrarbátar og verið á hellukonsert undir Heystoynni.
- Eg skilji ikki, at føroyingar ikki brúka náttúruna meira. Her er so nógv potentiali í at brúka náttúruna, og her er so nógv at uppliva. Bara tað at lenda á flogvøllinum er eitt ævintýr. Hetta er, sum vit eisini siga við okkara kundar, at hetta er tann gloymdi heimurin, ið bert er tveir tímar úr Keypmannahavn, sigur Thomas Liebe.
Trygd og virðing alt at siga
Meðan møguleikarnir fyri at uppliva eru nógvir í Føroyum, ásanna tey í CoastZone, at tað er neyðugt at vísa náttúruni ta virðing, hon hevur uppiborið.
- Eg skilji á lagnum, at ein orsøk til, at føroyingar ikki bjóða náttúruni av, er tann, at tit hava mist so nógv fólk av henni. Og vit merkja eisini, at fólk eru bangin um okkum, tá vit fara avstað. Ein eldri bygdakona, sum hitti okkum, gjørdi krossmerkið fyri seg, tá hon hoyrdi, hvat vit ætlaðu okkum. Men vit hava ótrúliga stóra virðing fyri náttúruni, og vit seta stór krøv til trygdina, greiðir Brian Christiansen frá. Hesa virðing fyri náttúruni halda teir, at føroyingar kundu lært nakað av.
- Tá vit skuldu niðan á Slættaratind, skuldu kundar okkara í hjálmar, vestar, fjallastivlar, hava reip millum sín, hava øks og annað við, øll tann sama útgerðin, sum tú klintrar niðan á Mount Everest við. Lokali ferðaleiðarin kom niðan í fløtum gummistivlum, kovboybuksum, eini skipstroyggju og gekk og SMSaði á vegnum niðan. Tá kendu okkara kundar seg nokkso kiksaðir, men útgerðin er alneyðug fyri trygdina, vísir Brian Christiansen á.
Heimsins besta kova
Starvsfólkini í 7N í Danmark eru von við at gera slíkar avbjóðandi yvirlivilsisferðir sum hesa til Føroyar. Hetta er áttanda árið tey eru ein »kick-off« túr, sum tað eitur. Áður hava tey eitt nú verið í Finnlandi, Póllandi, Dubai og Íslandi. Tískil eru tey ein sera krevjandi bólkur, sum er vanur við at uppliva og smakka tað besta av tí besta.
Tá starvsfólkini í 7N smakkaðu úr føroyska kovanum, gjørdust tey ikki sørt bilsin.
- Tey eru von at eta á matstøðum í heimsflokki, so sum á Hilton og á Michelin góðkendum matstovum. Vit bjóðaðu teimum oman í ráu karmarnar í Müllers Pakkhúsi, og har fingu tey sína lívs uppliving, tá tey royndu skeljadjórabufféina. Tey søgdu, at hetta var tað mest ótrúliga, tey nakrantíð høvdu smakkað, eingin endi mundi verið á rósinum. Hetta sigur okkum, at tit eiga ikki bara eina fantastiska náttúru, men eisini heimsins besta kova, staðfestir Brian Christiansen.
---
UM CoastZone
CoastZone er ein donsk event og teambuilding fyritøka, ið arbeiðir við at skapa menning gjøgnum succéupplivingar.
Hetta kann vera alt frá starvsfólkamenning, leiðslumenning, samskiftismenning og projektstýring. Til dømis gjøgnum øðrvísi upplivingar og avbjóðingar í náttúruni, har persónlig mørk verða flutt, og har samstarv og dirvi eru lyklaorð.
Eisini skipar fyritøkan fyri eventum, so sum mennandi og avbjóðandi aktivitetum úti í náttúruni. Tað er alt frá stuttum aktivitetum í sambandi við fundarvirksemi, til eitt motiverandi kick-off fyri starvsfólk ella kundar.
Í fyritøkuni eru fýra eigarar, Brian Christiansen, Thomas Liebe, Søren Lybek og Jesper Valbak. Teir verða stuðlaðir av 100 freelance instruktørum við ymiskum serøkjum.