Tá Sovereign Explorer kom í føroyskt øki vóru níggju føroyingar við umborð. Hetta tal broytist eitt sindur, men tey , sum eru umborð nú, fáa nú møguleikan at tosa føroyskt við enn ein føroying.
Ragnar Poulsen, jarðfrøðingur, fór hósmorgunin vestur á flogvøllin, haðani hann verður flogin víðari til Sovereign Explorer.
Hann verður fyrsti føroyski jarðfrøðingurin umborð og ein av fýra jarðfrøðingum frá Statoil umborð á Sovereign Explorer. Vanliga eru tað einans tveir jarðfrøðingar og fýra fólk í alt við frá Statoil, men í løtuni hevur norska fyritøkan seks fólk við umborð. Vanliga liggur samlaða talið á starvsfólkum umborð á rigginum eitt sindur omanfyri hálvfems.
Sosialurin hitti Ragnar, tá hann stóð ferðabúgvin og bíðaði eftir at sleppa vestur á flogvøllin.
Starvast hjá Statoil
Høvuðspersónurin í hesari søguni er Ragnar Poulsen. Hann er 30 ára gamal og er úr Havn. Ragnar tók prógv sum jarðfrøðingur við lærda háskúlan í Århus í 1999. Síðani hann tók prógv, hevur hann starvast hjá Statoil frá januar í ár, men tíð hevur eisini verið til ein túr við Solku Vølku í nakrar mánaðir. Hann arbeiddi eisini hjá Statoil, meðan hann las, men er nú farin í fast starv. Hann hevur arbeitt serliga í Onglandi og nú eisini í Føroyum. Høvuðsuppgávan hjá honum var eisini um føroyska jarðfrøði - bæði á landi og ?offhore?, so tað er rættiliga nærliggjandi, at hann fer umborð á Sovereign Explorer.
Tá Ragnar í 1993 fór undir sína útbúgvin, var tað kanska ikki so nógv tos um eina føroyska oljuvinnu, men nú ber ikki til at siga annað, enn at útbúgvingin hóskar óføra væl til føroysk viðurskifti.
Gera kanningar
Í fasuni, sum Føroyar í oljuhøpi eru staddar í, snýr tað seg sum sagt um at gera royndarboringar í føroysku undirgrundini. Tað verða hesar boringar, sum fyrst og fremst fara at siga okkum, um olja goymir seg undir havbotninum føroysku megin markið. Spurningurin er so eisini, hvussu nógv olja er og ikki minni týdnigarmikið: fer tað at betala seg at fáa oljuna upp úr undirgrundini.
Ein partur av hesari fasuni er at gera jarðfrøðiligar kanningar. Tiknar verða royndir av ymsum slag, og tað verður so uppgávan hjá jarðfrøðingum at kanna royndirnar og staðfesta, hvat tað er, sum goymir seg í undirgrundini. Tíðarfestingin hevur í hesum sambandi stóran týdning, og grýti skal helst vera úr einum ávísum tíðarskeiði. Leikluturin hjá jarðfrøðingum er ikki at undirmeta í sambandi við staðfestingina av, um olja goymir seg í føroysku undirgrundini.
-Eg fari fyrst og fremst at gera royndir av grýtinum undir havbotninum. Hesar royndir verða síðani kannaðar fyri ymiskar eginleikar, men fyrst og fremst fyri aldur. Tað er grýti úr tertieru tíðini, sum kann hugsast at liggja beint undir havbotninum, sigur Ragnar Poulsen.
Tertiera tíðin er frá umleið 2 til 65 mill. árum síðan. Tað er hetta grýtið, borast skal ígjøgnum áðrenn komið verður niður til sjálvar goymslurnar, har grýtið er munandi eldri.
- Hetta eru tær fyrstu royndarboringarnar, so tað er kanska eitt sindur torført at fáa so nógv at vita longu hesuferð. Líkamikið um tað verður ella ikki verður staðfest, at olja er í Føroyum, so skulu fleiri royndir gerast, sigur Ragnar
Er olja?
Nógv hevur verið tosað, um olja nú er í Føroyum ella ikki. Í hesum sambandi kann verða spennandi at hugsa sær, hvør hin fyrsti føroyingurin verður, sum fær at vita, um olja er ella ikki. Eyðun Elttør, landsstýrismaður í oljumálum, er kanska tað mest upplagda boðið. Ragnar avvísir heldur ikki, at tað kanska verður hann, sum verður fyrsti føroyingurin, ið eigur hesa miklu vitan.
- Tað er møguligt, at eg verði tann fyrsti, men vit mugu minnast til, at hetta eru tær fyrstu boringarnar, og enn er ov tíðliga at tosa um sovorðið, sigur Ragnar.
Í fyrstu atløgu verður Ragnar umborð í tríggjar vikur, og síðani skulu umfatandi kanningar gerast av royndunum, ið eru tiknar umborð á rigginum. Hetta arbeiðið fer fyri tað nógva at verða gjørt uttanlands.
Ragnar sigur seg vera spentan at royna hetta, tí hann hevur ongantíð sum so roynt tað fyrr.
Eftir ætlan skuldi eitt alment leitirúrslit fyriligið miðskeiðis í september mánaði. Nú kann tað hugsast, at í øllum førum ein føroyingur hevur eina greiða fatan av, um olja er til hjá okkum.
Eisini fær Ragnar møguleikan at halda ólavsøku umborð á einum boripalli. Hetta verður kanska vanligt um ikki so langa tíð.
Sosialurin ynskir Ragnari góða eydnu við arbeiðinum.