Seinastu nátt var politiið í Havn eins og náttina fyri úti á steðgaði bilum.
Ein ávirkaður bilførari varð steðgaður, og hinir høvdu allir einki alkohol í blóðinum.
Fyrr var vanligt, at fleiri bilførarar høvdu eitt sindur í blóðunum, tá ið teir vórðu steðgaðir, men síðan promillumarkið varð sett niður, hava flestu bilførarar ikki drukkið ein dropa. Teir velja ikki at drekka nakað, tá ið teir skulu koyra bil, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.