Meistaraliðið B36, sum er í trongum skóm í ár, fær sunnudagin vitjan av ÍF. Fuglfirðingar hava verið besta liðið eftir summarsteðgin og vunnið allar fýra dystirnar, so hjá teimum ræður um at halda fast við góðu gongdina. Nevnast kann, at ÍF eisini vann fyrstu fýra dystirnar í hesum kappingarárinum, men snávaði so í fimta dystinum.
Í B36 hevur verið svingandi, men eftir summarsteðgin hava teir tó ikki tapt. Tveir javnleikir og eitt tap er tað vorðið til.
B36 er framvegis uttan Høgna Eysturoy á høgra bakki, so væntast kann, at Bárður Olsen aftur røkir tað plássið. Miðvallarin Gunnar Zachariassen er eisini skaddur, meðan Jákup á Borg hevur leikbann.
Hetta hevur skert liðið nakað og skaptu teir lítið av málmøguleikum ímóti TB seinasta leygardag. Teir mugu taka annað skinn um bak nú á heiamvølli, um teir skulu hava møguleika at vinna á ÍF, sum er flúgvandi.
Ein uppgáva hjá B36 er uttan iva at halda eyga við Clayton Soares, sum er toppskjútti í Effodeildini við 15 málum og seinasta dyst skeyt hattrikk ímóti KÍ.