Fáa fimm stavir afturat upp føroyska alfabetið

Stavir, sum ikki hava fingið innivist í alfabetinum, fáa nú innivist í nýggju orðabókini

Í løtuni er ein nýggj, føroysk stavsetingarorðabók í ger og í henni eru stavirnir, c, q, w, x og z, eisini við. Teir verða brúktur at stava ávís orð í orðum av fremmandum uppruna. Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum. Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur reist málið um at teir fimm stavirnar, c, q, w, x og z, við í føroyska stavraðið.

 

Jenis av Rana sigur, at ein nýggj stavsetingarorðabók er í ger og tá ið hon er liðug, skal hann góðkenna hana. Hann sigur eisini, at í nýggju orðabókini eru c, q, w, x og z, við. Hann sgur, at tá fer føroyska alfabetið at verða skipað soleiðis: a, á, b, c, d, ð, e, f, g, h, i, í, j, k, l, m, n, o, ó, p, q, r, s, t, u, ú, v, w, x, y, ý, z, æ, ø.

 

Jenis av Rana sigur annars, at í juli í fjør tók nýtt málráð við og í samráð við nýggja Málráðið fer hann at taka stig til eina frágreiðing um virksemið hjá málráðnum. Tá verður støða eisini tikin til um ein eftirmeting skal gerast av Málráðnum.

 

Annars var ein frágreiðing skrivað um Málráðið í 2016, men hon varð ongantíð løgd fram.