Mánadagin 14. november letur nýggj deild hjá Tjaldurs Apoteki upp í gamla bankabygninginum í miðbýnum í Havn.
Saman við Kunningarstovuni og eini kaffisølu skal Apotekið húsast í niðastu hædd í bankabygninginum við høvuðsinngongd beinleiðis inn úr Steinatúni, sum í summar varð broytt soleiðis, at gamla Steinagøta varð løgd undir heilt. Tí ber nú til at ganga beinleiðis úr Steinatúni, har allir bussarnir steðga, og beint inn í niðastu hæddinia í bankabygninginum.
– Í fyrstu atløgu verður bara talan um heilvág, sum kann seljast í hondkeypi. Hetta er tí, at vit KT-skipanin hjá Apotekinum er so um stendiliga at broyta, at tað verður ikki klárt fyrr enn til várs, sigur Hjalti Gunnarstein, sum er stjóri á Tjaldurs Apoteki.
Hjalti Gunnarstein sigur, at ætlanin var at lata upp 1. november, men at hetta er broytt til 14. november.
Spurdur um, hvørjum deildin í miðbýnum skal gagna, brúkarum, miðbýnum ella Apotekinum sigur Hjalti Gunnarstein, at tað fer at lætta munandi um hjá starvsfólkum og kundum á Apotekinum á Trapputrøðni, samstundis sum havnarfólk fáa betur atgongd til hondkeypsheilivág.
– Hvønn dag vitja millum 700 og 800 fólk á Apotekinum. Helvtin av teimum keypir hondkeypsheilivág. Vit at lata eina deild upp í miðbýnum, taka vit trýstið av útsøluni á Trapputrøðni, sigur Hjalti Gunnarstein.
– Men vit skulu eisini minnast til, at havnarfólk hava nógv verri atgongd til hondkeypsheilivág, enn fólk kring landið. Tí fleiri útsølur við hondkeypsheilivági eru kring landið, meðan vit bara hava eina í Havn, sigur hann.
Fyrstu mánaðirnar verður bara talan um hondkeypsheilivág í deildini í miðbýnum, men til várs verður klárt eisini at kunna heinta reseptheilivág har.
– Tá skalt tú bara boða frá, tá tú fært resept, um tú vilt heinta heilivágin á Trapputrøðni ella í miðbýnum, sigur Hjalti Gunnarstein.