Summar Festivalurin kann í ár fegnast um, at tað eru fimtan ár síðan, at festivalurin varð hildin á fyrsta sinni. Tað verður hátíðarhildið við einari serstakari konsert klokkan 02.15 í kvøld, har ein sangur verður spældur fyri hvørt ár.
Fimtan sangarar syngja fimtan hitt, ið allir eru sangir, sum hava verið við til at seta dám á seinastu Summar Festivalarnar.
Ein vælspælandi bólkur undir leiðslu av Kim Hansen leggur grundarlagið, og síðani koma solistarnir á pallin ein fyri og annar eftir. Millum tey, sum skulu framføra, eru Lena Anderssen, Niclas Heri Jákupsson, Jógvan Hansen, Elin B. Heinesen, Signar í Homrum, Hans Edward Andreassen og Jens Marni Hansen.
Teir 15 sangirnir eru:
Danny Baldursson – Eitt sunnukvøld í mai
Elin Brimheim Heinesen – Eitt dýpi av dýrari tíð
Jóan Jakku & Sámal – 1001 Nátt
Lena Anderssen – Oh My Lady
Hans Edward Andreasen – Sasasasa
Ingi Poulsen – Tann fittasta
Jens Marni Hansen – I Don’t Wanna Wait No More
Kim Hansen – Maria
Jógvan Hansen – Tú nart við hjarta á mær
Steintór Rasmussen – Lívsmynd
Guðrun Sólja Jacobsen – Promise Me
Signar í Homrum – Tað er gott at elska
Karl Martin Samuelsen – Alla Nátt
Eyðun Nolsøe – Mítt Land
Niclas Heri Jákupsson – Grøv nummar 13