Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðsmannafelag kærdu fyri tveimum árum síðani Faroe Pelagic í Kollafirði fyri ikki at halda sínar lógarásettu skyldur viðvíkjandi setanarprógvum.
Nú er greitt, at feløgini hava fingið viðhald eini ørgrynnu av málum, har Faroe Pelagic ikki hevur givið starvsfólkunum setanarprógv, sum tey skulu hava eftir lógini.
Verða reglurnar ikki hildnar, ber til at kæra til Vinnukærunevndina og tað gjørdu Føriya Arbeiðarafelag og Havnar í hesum føri.
- Nú Vinnukærunevndin hevur staðfest, at virkið ikki hevur hildið upplýsingarskyldu sína, ber til hjá feløgunum at fara víðari til dómstólarnar fyri at fáa endurgjald, og tað ætla bæði feløgini, siga Georg F. Hansen, formaður í Føroya
Arbeiðarafelag og Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag.
- Nú tað er staðfest, at heilir 94 limir í Føroya Arbeiðarafelag ikki hava fingið setanarskriv frá Faroe Pelagic, fer felagið at fyrireika endurgjaldskrav, leggur Georg F. Hansen dent á.
Fyri Havnar Arbeiðsmannafelag er talan um 32 limir, sum ikki hava fingið setanarskriv, sum felagið fyrireikar endurgjaldskrav fyri.
Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðsmannafelag vísa á, at eitt virkið kann verða dømt at gjalda endurgjald, tá arbeiðsfólk ikki hava fingið setanarskriv.
- Endurgjaldið til hvørt arbeiðsfólk kann vera úr kr. 1.000 og heilt upp í 20 vikurlønir.
Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag og Georg F. Hansen, formaður fyri Føroya Arbeiðarafelag siga, at tað er sera týdningarmikil og prinsipiell avgerð, sum er tikin.
- Hetta er fyrsta mál av hesum slagi í Føroyum og sjálvandi skulu feløgini fara víðari við málunum um endurgjald.
Formennirnir fyri arbeiðarafeløgini heita eisini á allar limir sínar um at kanna, um tey hava fingið setanarprógv.