Falskur alarmur í Almannamálaráðnum

Sostatt fara øll aftur til arbeiðis í morgin

Eitt starvsfólk í Almannamálaráðnum, sum í gjár fekk at vita, at tað hevði koronu, hevði ikki koronu kortini. Tað sigur aðalstjórin, Eyðun Mohr Hansen beint nú.

Á miðdegi skrivaðu vit, at øll starvsfólkini í Almannamálaráðnum vórðu send til hús at arbeiða, tí eitt av starvsfólkunum hevði fingið koronu.

Les meiri um tað her: Øll starvsfólkini eru send til hús

Men nú vísir tað seg at vera falskur alarmur, sigur aðalstjórin. Aðalstjórin sigur, at talan var um eitt starvsfólk, sum hevði latið seg kanna, tó uttan at hava nøkur sjúkutekin.

Tað vísti seg, at royndin var positiv og tí vórðu neyðug tiltøk sett í verk fyri at forða fyri smittuspjaðing. Eitt nú vórðu øll starvsfólkini send til hús og biðin um at arbeiða heimanífrá

Men landslæknin var ikki nøgdur við úrslitið av royndini, tí hann helt, at úrslitið var ikki so eintýðugt, sum tað átti at vera. Tískil heitti hann á starvsfólkið um at lata seg kanna eina ferð afturat fyri at fáa eitt endaligt úrslit.

– Og tað vísti seg, at hendan royndin var negativ og sostatt er tað greitt, at viðkomandi starvsfólk hevur ikki koronu, sigur aðalstjórin.

Hann sigur, at sostatt fara øll aftur til arbeiðis í Almannamálaráðnum í morgin ári, sum vant.