Familjan Olsen heldur jól í Argentina

Í ár verða jólini hjá Lív Egilsdóttir Olsen og familju hennara øðrvísi enn jólini, ið ein er vanur við. Hetta kemst av at tey hava avgjørt at fara til Argentina í Suðuramerika at halda jól í ár.

 

Jólaferðin hjá familjuni Olsen í Argentina kemst av tí, at systir Lív er gift við einum manni frá Argentina. Tí avgjørdi familjan at fara til Argentina at halda jól, soleiðis at tey kunnu síggja, hvussu tey hátíðarhalda jóluni, og samstundis fáa møguleikan at verða saman við hansara familju.

 

Lív sigur, at hitin í Argentins liggur um tey 30 hitastigini í løtuni, so tað vera eingin kavajól til tey, tí  tað er jú summar í Argentina.

 

Jólaaftan hjá familju Olsen verður hildin hjá verfamiljuni, og har fara tey at hugna sær saman og at eta góðan mat. Hóast maturin ikki verður dunna og annað gott, eru eru tey sera spent uppá at royna okkurt nýtt.

 

- Av tí at teirra mentan er so nógv øðrvísi enn okkara, er tað torført at meta um akkurát hvussu jólini verða. Tó vænti eg at vit fara í kirkju, eta góðan mat og ein pyntar seg nokk eisini, so nakrir føroyskir siðir verða við, sigur Lív, og leggur afturat at hon sum útiseti er komin heim á hvørjum árið at halda jól, so hetta er fyrstu fer hjá henni, at hon hátíðarheldur jól uttanfyri Føroyar.