Næsta ár skulu íløgur fyri 228 milliónir krónur gerast í Havnini.
Tað ætlar meirilutin í býráðnum, nú fíggjarætlanin fyri næsta ár verður løgd fyri Býráðið.
Fíggjarætlanin skal nú til viðgerar í býráðnum og har verða ymsar broytingar gerast, áðrenn hon verður endaliga samtykt í seinasta lagi 1. desember.
Men harafturat íløgunum hjá býráðnum, verða 65 milliónir brúkar upp á at byggja Tórshavnar Havn fyri.
Men Annika Olsen, borgarstjóri sigur, at nógv tær flestu íløgurnar eru bundnar í verkætlanum, sum longu eru samtyktar, og sum eru væl á veg at vera lidnar.
Í hesum sambandi fer tann størsti parturin til nýggja skúlaná Fløtum, sum verður klárur at taka í nýtslu eftir summarfrítíðina næsta ár.
Samstundis er farið undir arbeiðið at gera umlættingar- og endurvenjingardepli í Hoyvík, har 35 pláss vera, og harafturat verður um- og útbyggingin av Tjarnargarði til demensdepil, liðugt næsta ár.
Somuleiðis skulu pengar eisini brúkast upp á at byggja kirkjugarðar í kommununi út.
– Tað gongur framvegis væl í Tórshavnar Kommunu, staðfestir borgarstjórin. Hon vísir á, at fólkavøksturin er stórur, og seinasta árið, frá januar í fjør til januar í ár, vaks fólkatalið 486 fólk ella 2,3 prosent. Hesi seinastu fimm árini hevur fólkavøksturin verið 1.670 fólk ella 8,4 prosent.
Men samstundis ásanna tey, at hetta er ein orsøk til at rakstrarútreiðslur hækka, tí tørvur er á fleiri tænastum, eitt til nýggjan musikkskúla, til barnagarðar og vøggustovur og til eldrarøktina.
Síðan 2017 eru útvegað umleið 140 dagstovnapláss og umleið 70 fyribilspláss og næsta ár verður mett, at eini 75 børn verða fleiri í dagansing.
Av hesum eru 106 fleiri børn í barnagarði og 20 fleiri í ungdómstilboði, meðan nøkur færri eru í frítíðarskúla. Fyri at nøkta tørvin á dagstovnaplássum verður Býlingshúsið vesturi á Flat útbygt við fýra stovum, og tað er umleið 60 pláss aftrat.
Í uppskotinum til fíggjarætlanina fyri næsta ár, eru inntøkurnar mettar at verða 1.064 milliónir krónur, afturímóti 1.004 millónum í ár og sostatt er talan um ein vøkstur upp á 60 miljónir ella 6,0 prosent.
Útreiðslurnar eru mettar til at vera 824 miliónir næsta ár, aftur ímóti 779 milliónum í ár Vøksturin er 45 milliónir ella 5,9 prosent
Lønarhækkingarnar verður mettur at verða 2,5 prosent.